Kann enda sum politimál

Kann enda sum politimál
TAKS er farið at kanna málið, har eitt felag í FAS er brúkt til at sleppa undan at rinda skatt í Namibia
11.03.2021 - 19:44

Í sendingini "Teir ómettiligu", sum varð send her í kringvarpinum týskvøldið, varð víst á, at eitt felag í FAS, føroysku altjóða skipaskránni, verður brúkt til at sleppa undan at rinda skatt í Namibia. Tað er TAKS, sum hevur eftirliti við, at tílíkt ikki skal henda.

Mín fyrsti tanki var, at hetta er eitt "lorta mál", sigur Eyðun Mørkøre, stjóri í TAKS.

TAKS fer nú at kanna ítøkiliga málið, har roynt hevur verið at sleppa undan at rinda skatt.

Vit hava ongantíð áður sæð líknandi mál. Enn er ov tíðliga at gera nakra ítøkiliga niðurstøðu, men tað er ikki óhugsandi, at málið endar sum eitt politimál, sigur Eyðun Mørkøre.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887