Bíðistøðan er skaðilig fyri børn

Bíðistøðan er skaðilig fyri børn
Tað er skaðiligt at bíða ov leingi eftir at fáa staðfest ADHD, sigur Erna Tummasardóttir Magnussen, sum kennir tað á egnan kropp
21.05.2021 - 19:27

Langir bíðilistar hjá børnum og ungum at sleppa til útgreiningar er ikki nakað nýtt.

21 ára gamla Erna Tummasardóttir Magnussen bíðaði í trý og eitt hálvt ár - frá tí hon var átta til hon varð 11 - at fáa staðfest ADHD. Bíðitíðin er skaðilig fyri eitt barn, heldur hon.

Bíðitíðin er í dag slakar 15 mánaðir, eisini hóast talið av útgreiningum ongantíð hevur verið størri. Talið av útgreiningum er vaksið støðugt seinastu árini, 90 útgreininar vóru í 2016 og í 2020 vóru 160 útgreiningar.

Í løtuni eru 166 børn og ung á bíðilista. Heilsumálaráðið sigur, at høvuðsorsøkin til drúgvu bíðitíðina er, at munandi fleiri børn og ung verða nú ávíst til útgreiningar og viðgerð.

Í 2019 vóru 183 ávísingar. Í fjør vóru 306.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860