Korona steðgaði grindadrápi

bannari
Korona steðgaði grindadrápi
Stívliga 3.700 fólk kannaðu seg fyri koronu í gjár, og ótrygga støðan fekk Farsóttarnevndina at avblása grindaboð. Burturvið, sigur Vestergaard
25.05.2021 - 20:12

Um vikuskiftið fór koronusmittan aftur at gera um seg í føroyska samfelagnum. Tað legði trýst á kanningarstøðini. Stívliga 3.700 fólk lótu seg kanna í gjár, men av teimum eru bara tvey, sum hava fingið staðfest koronu. Í løtuni eru 25 fólk smittað við koronu.

Tað er enn ov tíðliga at siga, um tamarhald er á smittustøðuni í Føroyum. Tað sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni. Hann metur ikki, at samanhangur er millum linkaðu tilmælini og seinastu nógvu smittutilburðirnar.

Í dag, dagin eftir at samfelagið fekk ein hvøkk við 16 nýggjum koronutilburðum, varð ein stór grind sædd millum Vágar og Koltur. Bólkurin varð mettur til 300 - 500 hvalir. Grindin varð tó ikki hildin til, tí Farsóttarnevndin mælti staðiliga frá.

Sámal Jákup Jørgensen, grindaformaður í Vágum, harmast um avgerðina. Grindin hevði allarhelst givið nóg mikið av tvøsti og spiki til Vágar og partar av Norðurstreymoy, sigur hann.

Eisini landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, sum er fyrrverandi sýslumaður, heldur tað vera burturvið at lata grindina sleppa.

Tað finst einki alment koronutilmæli um ikki at drepa grind, og tað hevði borið væl til at skipað soleiðis fyri, at grindin fekst til høldar uttan vanda fyri koronusmittu, sigur Jacob Vestergaard.

Formaðurin í Farsóttarnevndini verjir avgerðina:

Avgerðin byggir á eina ítøkiliga meting av støðuni við koronu, soleiðis sum hon var í dag, sigur Michael Boolsen.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Mánadag 9. mars
Morgunlestur mánadagur 9.mars 2026
205067
Sunnudag 8. mars
Bolero - 8 mars 2025
205303
Sunnudag 8. mars
Gudstænasta í Vestmanna kirkju
205300
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337
Sunnudag 8. mars
Gudstænasta úr Vestmanna kirkju
205299
Leygardag 7. mars
Føroyar - Grikkaland, fyrri dystur
205297