Russland vónar at fáa fiskiveiðiavtalu við Noreg næsta ár

Russland vónar at fáa fiskiveiðiavtalu við Noreg næsta ár
Leiðarin í russisku fiskivinnumsitingini sigur, at fiskastovnarnir eru felags í Barentshavinum og Norðurhavinum, og tí noyðast londini at umista teir í felag
Russland vil hava fiskiveiðiavtalu við Noreg aftur næsta ár.
 
09.07.2026 - 08:06

Russland vónar at fáa fiskiveiðuavtalu við Noreg fyri 2027.

Tað sigur Ilja Sjestakov, leiðari í russisku fiskivinnuumsitíngini, við norska Fiskeribladet.

Hann sigur, at hóast Noreg hevur sett tveimum russiskum reiðaríum forboð fyri at fiska í norskum sjógvi, eru londini bæði kortini samd um halda fram við samstarvinum.

Sjestakov væntar, at londini gera avtalu um 2027.

Hann sigur, at fiskastovnarnir í Barentshavinum og Norðurhavinum eru felags.

Tí noyðast londini at umsita teir í felag, tí annars er vandi fyri, at fiskiskapurin ikki er burðardyggur, sigur Sjestakov við Fiskeribladet.

Russland hevur ongantíð fyrr selt so nógvan fisk í Noregi fyri so nógvar pengar sum í 2025.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717