Venjingardystir á heimavølli koma væl við

Venjingardystir á heimavølli koma væl við
Venjingardystirnir geva okkum møguleikan at leggja afturat og royna okkurt nýtt. Tað halda bæði venjari og spælarar, nú Ísland og Liktinstein vitja
31.05.2021 - 20:32

Fyri fyrstu ferð í 17 ár spælir føroyska fótbóltslandsliðið við monnum venjingardystir á heimavølli. 4. og 7. juni spæla Føroyar ímóti ávíkavist Íslandi og Liktinstein á Tórsvølli.

Hetta eru spennandi mótstøðulið og ein spennandi møguleiki at royna ymiskt nýtt, halda bæði venjari og liðskipari.

– Grannar okkara, Ísland, er eitt spennandi mótstøðulið, sum hevur staðið seg væl í undankappingum. Tað er eitt lið, sum er sterkt í innleggum bæði offensivt og defensivt, sigur landsliðsvenjarin, Håkan Ericson.

– Vit kunnu loyva okkum at nýta meiri tíð at venja uttan at taka eins nógv atlit til arbeiðsbyrðuna, so hetta eru virðismiklir dagar fyri okkum, sigur venjarin.

– Hetta eru tveir góðir møguleikar, sum vit fáa her. Serliga tað, at tey koma til Føroya. Tað er gott fyri okkum spælarar, men eisini áskoðararnar, sigur liðskiparin, Hallur Hansson.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083