Glóðheitur sethúsamarknaður

bannari
Glóðheitur sethúsamarknaður
Sethúsamarknaðurin í Føroyum er glóðheitur og húsaprísirnir eru alsamt hækkandi
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 
08.06.2021 - 19:53

At húsaprísirnir hækka kemst fyrst og fremst av, at eftirspurningurin eftir bústøðum í løtuni er størri enn útboðið.

Harafturat er lága rentan ein av orsøkunum til høga prísstigið, tí lágu renturnar gera tað lutfalsliga bíligt at gjalda rentur og avdráttir av eini stórari skuld.

Hyggja vit nærri at húsasølunum farna árið, síggja vit, at 376 sethús vóru seld í fríari sølu í fjør. Tað er bert í 2015, at talið av húsasølum var hægri enn í fjør.

Tað er í smærru bygdunum, at vøksturin er størstur. Í 2020 vóru 146 ognir seldar í smærru bygdunum. Men yvirskipað sæst ein vøkstur kring alt landið.

Hyggja vit at miðalprísinum á sølunum og gongdini har, síggja vit eisini eina yvirskipaða príshækking. Í Havn eru prísirnir hægstir. 3,3 milliónir krónur í miðal í 2020.

Tað er samanborið við 2,5 milliónir krónur í 2016. Men eisini uttan fyri Havnina sæst ein príshækking. Í fjør kostaði eitt sethús 1,3 millión í smærru bygdunum og 1,6 í størri bygdum og býum.

Tað er ein stór hækking samanborið við tølini í 2016. Tølini fyri fyrsta ársfjórðing í 2021 vísa, at sethúsaprísirnir halda fram við at hækka.

Sandoyggin er eitt av teimum støðunum, har sethúsaprísirnir eru eksploderaðir seinastu tíðina. Fleiri dømi eru um hús, sum vera seld fyri tvær ella tríggjar ferðir tað, tey kostaðu fyri 10 árum síðani.

Tað eru avbjóðingar við heita sethúsamarknaðinum. Í 2020 øktust sethúsaprísirnir meira enn inntøkurnar hjá føroyingum, og tað eru vandar við tí gongdini, sigur Landsbankin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. juni
Vikuskiftið 13 juni 2025
193269
Fríggjadag 13. juni
Breddin: Støðan í Gasa
193232
Fríggjadag 13. juni
RagnarRokk: Scott Carstairs um Xenotaph
193187
Fríggjadag 13. juni
Morgunlestur fríggjadagur 13.juni 2025
192953
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 13. juni
Veðrið
193263
Mikudag 11. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
193101
Týsdag 10. juni
Veðrið
193072
Sunnudag 8. juni
Andakt við Bergi Debes Joensen
192984