
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eftirmeting: Fyrsta tíðin hjá Eyðuni og Atla
Eftirmeting: Fyrsta tíðin hjá Eyðuni og Atla
Tað var ikki uttan dramatikk, tá Eyðun Klakstein og Atli Gregersen fingu lyklarnar til flaggskipið í føroyskum fótbólti, men hvussu hevur hilnast higartil?

13.06.2025 - 20:43
Tá Føroyar mánakvøldið vunnu 2-1 á Gibraltar, var tað sættu ferð, at Eyðun Klakstein og Atli Gregersen stóðu á odda fyri føroyska manslandsliðnum. Tað er blivið til tveir sigrar og fýra tap. Føroyar hava vunnið á Armenia og Gibraltar, og tapt móti Kekkia, Montenegro, Norðurmakedónia og Georgia. Dysturin móti Georgia var ein venjingardystur. Samanlagt hevur føroyska liðið skorað fýra mál, meðan seks mál eru farin í gjøgnum.
Eyðun Klakstein segði í samrøðu við Kringvarpið, eftir at hann var settur sum venjari, at hann var til reiðar at taka torføru avgerðirnar. Nøkur av málunum vóru, at miðalaldurin skuldi niður, spælið skuldi blíva meira beinleiðis, føroyingar skuldu kenna seg aftur í avrikunum og úrslitini skuldu blíva betri. Fyrsta og seinasta punkt geva seg sjálv, meðan hini verða ein meting.
Ættarliðsskifti og ikki
Eyðun Klakstein og Atli Gregersen vóru U21-landsliðsvenjarar, tá teimum stóð í boði at verða venjarar hjá manslandsliðnum. Tí var upplagt, at landsliðsvenjaratoymið fór at taka onkrar U21-landsliðsspælarar við.
- Vit kunnu ikki halda fram við, at einir 10 til 12 spælarar eru yvir 30 ár. Vit mugu taka onkrar yngri inn. Eg hugsi, at vit skulu hava eina kontrolleraða gongd, har spælarar í góðum aldri frá størri leiklut, og so skulu vit eisini hava onkrar yngri spælarar inn á liðið. Eg hugsi ikki nakra kollvelting, men ein støðugt rólig yvirgongd, segði Eyðun Klakstein við Kringvarpið í mars.
Longu í fyrstu úttøkunum sást, at summir eldri spælarar ikki vóru við, meðan Poul Kallsberg (22), Noah Mneney (22), Samuel J. Chukwudi (21), og Ari í Haraldsstovu Petersen (22) vóru við. Síðani hava 21 ára gamli Martin Agnarsson, 22 ára gamli Gullbrandur Øregaard og 23 ára gamli Géza Dávid Turi fingið landsliðsboð.
Tó var ættarliðsskiftið ikki størri enn, at Páll A. Klettskarð (35), Árni Frederiksberg (32) og Hallur Hansson (32) allir eru við aftur. Teir fyrrnevndu høvdu ikki verið tøkir til landsliðið í nøkur ár, meðan Hallur Hansson kom aftur frá skaða.
Miðalaldurin á føroyska hópinum er um 28 ár. Fyri tveimum árum síðani skrivaði Jákup Ósá í Norðlýsinum, at Føroyar tá høvdu eitt tað elsta landsliðið í Nations League. Tá var miðalaldurin 28,6 ár í hópinum, og í tveimum av byrjanaruppstillingunum var miðalaldurin omanfyri 30 ár.
Tað er ikki óvanligt, at hópurin hjá teimum stóru londunum hava ein miðalaldur um 28 ár. Hetta er serliga í samband við endaspøl, tá nógv stendur upp á spæl. Hesi tølini siga heldur ikki alla søguna, tí talan kann eisini verða um spælarar, sum ikki hava spælt leingi á landsliðnum, so sum Páll A. Klettskarð og Árni Frederiksberg, ella at ein ungur spælari kann hava spælt nógv. Hartil skal tú írokna leiklutin sum spælararnir hava. Liggur alt á teimum gomlu, og hvør er gongda leiðin frameftir.
Eyðun Klakstein og Atli Gregersen hava millum annað givið Adriani Justinussen og Peturi Knudsen stórt álit. Teir eru báðir 26 ára gamlir, men eru lutfalsliga óroyndir í landsliðssamanhangi. Tað er ongin ivi um, at landsliðsvenjararnir hava sett sín dám á landsliðshópin, men enn restar nakað í fráboðaðaættarliðsskiftinum.
Beinleiðis spæl og málrættað álop
Ein afturvendandi kritikkur av landsliðnum undir Håkani Ericson var, at liðið fekk ov fá mál. Tað bleiv lagt ov lítið fyri í álopsstøðu og álopini vóru ov lítið málrættað. Hetta sást millum annað í deyðbóltsstøðum, har tað bleiv valt at royna smá samanspøl, heldur enn at smekka bóltin innfyri.
- Vit skulu spæla frameftir, og eg kundi ímynda mær, at vit skulu spæla meira beinleiðis og fara meira eftir málinum. Bæði tá vit hava bóltin, men eisini í einum skjótálopi. Tað er eitt øki, eg haldi, at føroysk lið kundu verið betri til, segði Eyðun Klakstein við Kringvarpið í mars.
Hetta er torført at meta um, tí føroyska liðið hevur spælt fýra dystir síðani útsøgnina og seks dystir samanlagt undir Eyðuni Klakstein. Í teimum dystunum hevur føroyska liðið skotið fýra mál. Tvey upp á hornaspark, eitt upp á brotsspark og eitt væl spælt álop móti Gibraltar.
Eyðun Klakstein hevur valt Jóan Símun Edmundsson frá, meðan Jóannes Bjartalíð hevur verið skaddur. Meinhard E. Olsen hevur verið merkur av skaða og Petur Knudsen endaði uttanfyri í dystinum móti Gibraltar. Okkurt gott skjótálop hevur verið. Serliga í Kekkia, tá Hanus Sørensen var nær við at leggja Føroyar á odda. Hann er ein lyklaspælari í hesum støðunum, men í stuttum er langt á mál við álopsspælinum.
Eyðun Klakstein vísti millum annað á, at Norðurmakedónia var ikki nógv betri enn hini liðini í Nations League-kappingini, men at munurinm lá í eginleikunum at avgera dystir. Hann hevur eisini víst á, at flestu av mótstøðulondunum hjá okkum hava spælarar í stórum feløgum uttanlands, men tað mangla vit.
Føroyska liðið satsar nógv í deyðbóltsstøðunum, og málið hjá Gunnari Vatnhamar móti Kekkia var eitt tekin um júst tað. Tað gekk illa at fáa nakað burturúr móti Gibraltar og gamli trupulleikin, har hornasparkið endar í høvdinum á fremsta verjuspælarunum, stóð við. Tó hjálpti tað væl, at Árni Frederiksberg skoraði beinleiðis upp horna í sama dysti.
Niðurstøðan er, at tað manglar enn nakað í spælinum. Fleiri spælarar fáa møguleikan og aðrir eru skaddir. Hetta kann koma at taka eitt sindur av tíð, tí vit hava ikki uppløgd stórtalentir við altjóða bóltførleika og ferð.
Stríðsandin og føroysk virðir
Eitt føroyskt landslið fer altíð at tapa dystir, men tað er mátin tú tapur uppá, sum ger av, um áskoðararnir góðtaka tað. Hetta hevur verið líka síðani føroyskur fótbóltur fekk altjóða luttøku í 1988.
- Vit skulu fyrst finna útav, hvørji vit eru. Hvat er okkara kjarnuvirðið og hvørjir eru okkara eginleikar. Vit skulu byggja liðið á tað, og so byggja eina spælskipan og ætlan út frá tí, segði Eyðun Klakstein.
Landsliðsvenjarin gjørdi tíðliga greitt, at tað verður ein 5-4-1 spælskipan, sum í løtum kann verða 3-4-3 í álopsstøðu. Hetta hevur givið liðnum tyngd í verjupartinum, men tað hevur eisini merkt álopsspælið, at tað er ein álopsspælari færri. Tað sást millum annað móti Montenegro á útivølli.
Úrslitini siga, at føroyska liðið hevur verið við í øllum seks dystunum undir leiðslu av Eyðuni Klakstein. Øll tapini hava verið við einum máli, og í øllum dystunum hevur stríðsviljin verið til staðar.
Úrslitini
So er eftir at eftirmeta úrslitini. Tað byrjaði við einum sigri í Armenia. Vit vunnu 1-0 og sluppu úr niðuflytingarvandanum í Nations League. Avrikið var ikki gott leikliga, men stríðsviljin tryggjaði sigurin. Síðani taptu vit 1-0 í Norðurmakedónia. Tá var spælið kanska betri, men vit fingu einki heim við.
Eftir hesar dystirnar blivu Eyðun Klakstein og Atli Gregersen settir í fast starv. Tað byrjaði við einum teprum 2-1 ósigri í Kekkia, sum var meira enn góðkendur. Fáar dagar seinni var føroyska liðið ein minutt frá at fáa stig í Montenegro. Avrikið í seinna hálvleiki var ikki got,t og málið skuldi ikki verið komið.
Síðani koma vit til seinastu tveir landsdystirnar. Tann fyrri var ein venjingardystur móti Georgia, har vit taptu 1-0. Í dystinum sóu vit, at tað er eitt lop frá teimum bestu 11 til teir næstu. Georgia kundi havt vunnið við meira enn tí eina málinum, men lortini burdi tað føroyska liðið havt javnað í evstu løtu.
Stóra aðalroyndin var móti Gibraltar á Tórsvølli farna mánadag. Við leiklutinum sum favorittar skuldu Eyðun Klakstein og Atli Gregersen til próvtøku. Fóru teir at halda fast í spælskipanini, og hvussu takklaðu teir broyttu fortreytirnar?
Úrslitið var ein 2-1 sigur í eini 5-4-1 spælskipan, har Gibraltar kom á odda. Venjaraparið hevði ís í búkinum í seinna hálvleiki, og tók ongi óráð fyri. Við tíðini hoknaðu gestirnir undir trýstinum. Hesin sigurin ger stóran mun í samlaða roknistykkinum.
Við hava fingið mest átrokandi sigarnar. Tann í Armenia, sum bjargaði okkum úr niðurflytingini, og tann móti Gibraltar, sum var eitt fólkakrav. Úrslitið og avrikið í Kekkia var á góðari leið, og dystarstøðan í Montenegro var góðkend.
Dysturin í Georgia hevði lítiði upp á seg, men sum føroyskt landslið hevði tað komið væl við at fingið ein javnleik í einum av hasum trimum dystunum. Serliga ein javnleikur í Kekkia hevði sæð gott út, meðan tann í Montenegro skuldi verið komin.
Samanumtikið
Ein eftirmeting av teimum fyrstu seks dystunum sigur, at avrikið er góðkent. Tá mest hevur staðið á, eru úrslitini komin. Men tað er nógv eftir at arbeiða við. Hóast tað hevur verið nær, hava Føroyar ikki fingið nakað óvæntað stig – fyri uttan sigurin í Armenia.
Spælið hevur verið á eini leið, men tað manglar framvegis nakað. Við verjukendum útgangsstøði hevur tað til tíðir mangla nakað í álopsspælinum, men vit mangla eisini profilar við altjóða snitti í álopspartinum.
Venjaratoymið hevur sett sín dám á hópin, men enn kunnu vit ikki tosað um eitt beinleiðis ættarliðsskifti. Hinvegin kemur tað av sær sjálvum í næstum, um tú hyggur eftir aldrinum á nøkrum av spælarunum.
Eitt, sum ikki hevur eitt ítróttarligt virðið, men heldur eitt fólksligt virði, er at bæði Eyðun Klakstein og Atli Gregersen eru miðlavinarligir og tosa føroyskt. Tað ger at boðskapurin í fyrstu atløgu kemur út, og í aðru atløgu ikki er til at misskilja.
Brúdleypsferðin hjá Eyðuni og Atla er komin at enda. Tað eru dystir aftur í septembur, og tá verður tað millum annað móti Kroatia.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV