VOXPOP: Gleðast um, at bátarnir komu í sjógvin

VOXPOP: Gleðast um, at bátarnir komu í sjógvin
- Tað var ein sorgardagur. Soleiðis siga rógvarar um dagin, tá kappróðurin á norðoyastevnu varð útsettur. Nú gleðast tey um, at róðrarárið er byrjað
14.06.2021 - 08:47

Róðrarfólk vóru bæði spent og glað undan kappróðrinum á Skálafjørðinum leygardagin. 

Hóast sjálv stevnan var avlýst, og eingir áskoðarar sluppu á bryggjuna, vóru rógvararnir fegnir um at sleppa í bátarnar.

 - Tað er fantastiskt. Nú sleppa vit at gera tað, sum vit elska, og vónandi gongst eftir ætlan, segði ein av manningini á Sundabátinum.

Hjá róðrarfólki var tað sum at fáa vátan vøtt frammaná, tá norðoyastevnuróðurin varð avlýstur, eftir at myndugleikarnir herdu koronutilmælini.

 - Her var sorg. Somikið sterkt varð tað hjá summum, at teir søgdu, at 'hetta tími eg ikki. Hví skulu vit verða útsettir fyri avlýsing, tá næstan alt annað koyrir?' Teir vóru øgiliga vónbrotnir, og summir hugsaðu um at gevast, sigur Magnus Norðberg av Klaksvíkingi.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985