Leypast skuldi á Klaksvíkina frá Borðoyarvík

Leypast skuldi á Klaksvíkina frá Borðoyarvík
Klaksvíksstríðið er evnið í sjónvarpsrøð í fýra pørtum, sum verða senda í Kringvarpinum, og sum fyrrverandi danski forsætismálaráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, stendur fyri
03.08.2021 - 21:00

Mikukvøldið sendir Kringvarp Føroya, í samstarvi við SaxoFilm, fyrsta part av sendirøðini "Klaksvíksstríðið". 

Í fýra pørtum granskar fyrrverandi danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, harðrenda stríðið millum fólk í Klaksvík og embætis- og politiskaveldið í Havn og Danmark. 

Klaksvíksstríðið, ella Læknastríðið, sum tað eisini varð kallað, vardi frá 1951 til 1955, og er størsti føroyski uppreistur nakrantíð móti donsku yvirvøldini.

 

Olaf Halvorsen

Í stuttum, so snúði Klaksvíksstriðið seg um danska læknan Olaf Halvorsen, ið varð settur í fyribilsstarv í Klaksvíkar sjúkrahúsi.

Trupulleikin var, at hann var rendur úr Danska Læknafelagnum og vildi ikki gjalda eina bót, so hann kundi gerast limur aftur.

Fyri at fáa fast starv sum sjúkrahúslækni mátti hann vera limur í felagnum.

Bótin var ikki einasti ampi, ið donsku myndugleikarnir høvdu av Halvorsen. Halvorsen hevði verið svorin svorin nasist undir krígnum, og eisini tí ynskti mann hann burtur. 

 

Øði kom í

Klaksvíkingum dámdi hinvegin væl mannin, og teir vildu hava hann sum fastan lækna.

Halvorsen søkti læknastarvið, men annar maður, ið var giftur inn í familjuna hjá Ewaldi Kjølbro, ið sat á nærmast øllum virksemi í Klaksvík um hetta mundið, varð settur í staðin.

Hetta fekk øði í, og eitt stríð byrjaði, sum ikki endaði fyrr enn í 1955.

 

Menn tóku til vápnini

Støðan var so spent, at vaktarhald var á sjúkrahúsinum og heima hjá Olafi Halvorsen.

Menn vóru vápnaðir, og ansað varð eftir, at myndugleikarnir í Tórshavn sluppu ikki á land.

Løgreglan stóð maktarleys og fekk einki gjørt.

 

Alvápnað løgreglulið til Føroya

Landsstýrið bað um hjálp frá donsku stjórnini, sum sendi stórt løgreglulið til Føroya við skipinum Parkeston.

Í sendingini hjá Lars Løkke Rasmussen viðgongur ein løgreglumaður, ið var við á ferðini til Føroya, at ætlanin var at leypa á Klaksvíkina frá Boyðarvík, ella "bagfra", sum hann orðar seg. 

Hetta vakti mikla øsing millum manna.

Bløðini skrivaðu, at sjálvbodnir úr øllum oyggjunum streymaðu til Klaksvíkar.

Sagt varð, at okkurt um túsund menn bóru vápn.

 

Kreppan hæsaði av

Ivaleyst skrøggaðu bløðini, men danska stjórnin himpraðist nú og sendi ein ráðharra til Føroya at samráðast.

Ímeðan sigldi Parkeston ímillum oyggjarnar við 120 væl vápnaðum løgreglumonnum og hundum.

Hóast onkur tilburður var afturat, og klaksvíkingar ikki fingu Olaf Halvorsen aftur, so hæsaði kreppan av, sum frá leið.

Olaf Halvorsen fór av landinum í 1955, og Klaksvíksstríðið endaði stutt eftir.

Tað verður ofta sagt, at stásiliga Christianskirkjan í Klaksvík, sum stóð liðug í 1963, varð bygd fyri at bøta um viðurskiftini millum Klaksvík og danska yvirvaldið. 

Lars Løkke Rasmussen, fyrrverandi danskur forsætisráðharri, er vertur á sendingunum um Klaksvíksstríðið. Fyrsti partur av fýra verður sendur mikukvøldið klokkan 20 í Kringvarpi Føroya. 


 
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk Blaze Bayley um Circle Of Stone
173542
Hósdag 25. apríl
Jazzofonin - Flaggdagin 25 apr 2024
174208
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012