Makrelfiskiskapurin er svikaligur

Makrelfiskiskapurin er svikaligur
Bara ein fjórðingur av føroysku makrelkvotuni er fiskað higartil, og skipini fáa lítið og einki. Vit tosa umborð á Norðborg, og fiskifrøðingur greinar makrelstovnin.
06.08.2021 - 20:26

Stívliga 108.000 tons av makreli eru eftir hjá føroyskum skipum at fiska í ár. Tað vísir nýggjasta uppgerðin hjá Vørn.
 
Tá tað fyrr í ár var greitt, at eingin millumlanda avtala fekst um makrel-fiskiskapin í ár, ásettu londini í Norðuratlantshavi sær sínar egnu kvotur. Føroyska heildarkvotan hækkaði tá við 60.000 tonsum, úr 107.000 tonsum upp í 167.000 tons. Tá makrelkvotur í umbýti við onnur lond eru farnar burturav, eru 145.000 tons eftir til føroysk skip at fiska.
 
Uppsjóvarskipini fóru at royna eftir makreli í juni mánaða, men nú er stígur komin í fiskiskapin.  Sambært Vørn hava føroysk skip tilsamans fiskað stívliga 37.000 tons av makreli í ár. Eftir eru tískil 108.000 tons, umframt stívliga 27.000 tons av kvotunum fyri 2020, sum skipini ikki kláraðu at fiska í fjør.
 
Í innslagnum tosa vit við Hans Klakstein, skipara á Norðborg, sum hevur leitað eftir makreli norðanfyri síðani sunnudagin. Og í sjónvarpsstovuni greinar fiskifrøðingurin Jan Arge Jacobsen makrelstovnin og tær broytingar, sum eru staðfestar í stovninum síðani 2005.
 
 
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112