Rok í stýrinum fyri Bústaðir

Rok í stýrinum fyri Bústaðir
Stýrið fyi Bústaðir virkar ikki í løtuni. Tríggir rokfundir í september eru framvegis ikki førdir í fundarbókina, tí ósemja er um, hvat skal standa í henni.
19.10.2021 - 20:08

Tað vóru rokmiklir dagar á skrivstovuni hjá Bústøðum Yviri við Strond í Havn í seinnu helvt av september. Gjøgnum tvær vikur var Stýrið saman heilar tríggjar ferðir. Við á fundunum vóru eisini stjóri og leiðsla á Bústøðum. 

Kringvarpið veit, at á fundinum varð tosað við stórum bókstavum um "álit" og "illoyalitet" millum stýrisformann og stjóra. Eisini fóru fram beinleiðis hóttanir – frá stýrisformanni móti stjóranum – um starvsrættarligar fylgjur, gjørdi stjórin ikki eftir boðum frá stýrisformanninum. 

Í tíðindaskrivi, sum stýrisformaðurin Regin Hammer sendi út seinnapartin, vísir hann á, at í løtuni sær støðan út til at vera, at Bústaðir stevna beint ímóti nýggjum gjaldføristrupulleikum.

- Í roknskapinum er ilt at fáa eyka á pengar til viðlíkahald, umbyggingar og nýbyggingar í framtíðini. Henda gongdin má steðga, skrivar hann.

SÍ SAMRØÐUNA VIÐ REGIN HAMMER Í SJÓNVARPSTÍÐINDUNUM.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 14. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni
208362
Hósdag 14. mai
Dylan 85 (2:4)
208360
Mikudag 13. mai
Skratsj 13. maj
208309
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 14. mai
Guðstænasta
208366
Hósdag 14. mai
Andaktin
208365
Mikudag 13. mai
Andaktin - teknmálstulkað
208343
Mikudag 13. mai
Misery - teknmálstulkað
208313