Kravið um masku slept

Kravið um masku slept
Vága Floghavn tekur kravið um masku burtur áðrenn Atlantsflog ger tað sama 1. november
Vága Floghavn
22.10.2021 - 19:35

Tað er ikki longur neyðugt at ganga við masku á flogvøllinum - Vága Floghavn slepti í gjár kravinum um at fólk skulu vera í masku. Kravið hjá Atlantsflogi er tó enn galdandi - ferðafólk skulu vera í masku umborð á flogførum hjá Atlantsflogi til 1. november.
Vága Floghavn hevur boðað frá, at starvsfólk sum eru koppsett fyri koronu, sjálvi gera av, um tey eru í masku ella ikki - ímeðan tey starvsfólk, sum ikki eru koppsett, skulu vera í masku, tá tey eru í samband við viðskiftafólk.
 - hesi starvsfólk kunnu kortini arbeiða uttan masku, um tey hava váttan um negativa koronukanning, sum ikki er eldri enn 72 tímar.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 7. mai
Eitt korter við
208021
Hósdag 7. mai
Breddin: Ójavni
208015
Hósdag 7. mai
Ein løta við arbeiðaraskaldinum
208012
Mikudag 6. mai
Dylan 85
207986
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904