- Tíðindi, mentan og ítróttur
Varskógvari fingið stóra virðisløn
Varskógvari fingið stóra virðisløn
Íslendski varskógvarin, Jóhannes Stefansson, fekk í gjár virðurkenning og eina virðisløn á 1 millión svenskar krónur
Jóhannes Stefansson
22.10.2021 - 19:59
Til hátíðarhald í Gøteborg í Svøríki í gjárkvøldið, fekk íslendski varskógvarin, Jóhannes Stefansson, virðurkenning og eina virðisløn á 1 millión svenskar krónur - áleið 750.000 danskar krónur í virðisløn fyri sítt arbeiði sum varskógvari. Íslendski varskógvarin segði fyrr í ár søguna um, hvussu føroysk feløg hava verið blandað upp í mutursgøluna hjá Samherja í Namibia. Hansara avdúkingar í Føroyum hava elvt til, at Taks fyrr i ár meldaði Samherja til løgregluna
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


















