VIDEO: Blika, Ódn og lítla Glæma vitjaðu Norðurlandahúsið

VIDEO: Blika, Ódn og lítla Glæma vitjaðu Norðurlandahúsið
Føroyska rossið er millum heimsins elstu rossasløg, og landsins myndugleikar mugu gera meira fyri at varðveita føroysa rossið, ið er hótt. Tað heldur Felagið Føroysk Ross
Uni Leitisstein Hansen
Okkurt má gerast nú, um føroyska rossið ikki skal doyggja út, sigur Jóna Ólavsdóttir, forkvinna í Felagnum Føroyska Ross
24.10.2021 - 21:42

Tríggjar føroyskar ryssur vóru høvuðsleikarar og sluppu á reyðu langmottuna uttanfyri Norðurlandahúsið í dag, tá bókin "Føroyska rossið", ið Beinta Johannesen hevur skrivað, varð løgd fram. 

Blika, Ódn og lítla fylið Glæma vitjaðu mentunarháborg landsins, fyri at varpa ljós á ta sannroynd, at føroyska rossið er hótt, og at okkurt má gerast nú, fyri at varðveita hetta serliga rossaslagið.  

Sambært hagtølunum, so eru færri enn 100 føroysk ross til heiminum, og tað ger føroyska rossið er eitt tað mest hótta dýraslagið, sum er til. 

Jóna Ólavsdóttir, forkvinna í Felagnum Føroysk Ross, var við Bliku, Ódn og Glæmu. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 6. mai
Dylan 85
207986
Mikudag 6. mai
Skratsj 6. maj 2026
207974
Mikudag 6. mai
Eitt korter við klassiskum
207973
Týsdag 5. mai
1. maidagshald í Vágsbotni í Havn
207937
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904