Stórhøll fyri 218 milliónir

Stórhøll fyri 218 milliónir
Fyrr í dag var endaliga verkætlanin um stórhøllina, sum skal byggjast við Stórutjørn í Hoyvík, løgd fram
29.10.2021 - 19:33

Føroya Arena fer at kosta gott og væl 218 milliónir krónur, og skal hýsa stórum ítróttatiltøkum, konsertum, ráðstevnum og mentanartiltøkum. Verkætlanin er klár - men nú skal peningurin finnast. Føroya Arena verður skipað í sjálvsognarstovn, sum hevur til endamáls at byggja, umsita og fyrisita stórhøllina, tá hon er liðug og tikin í nýtslu. Í viðtøkunum stendur millum annað at stovnurin verður stýrdur av eini nevnd, sum hevur 5 limir, har Tórshavnar kommuna velur 2, Vinnuhúsið velur 1, ÍSF velur 1, og Visit Faroe Islands P/f, velur 1 lim.

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Leygardag 16. mai
Upp á tá - 150526
208444
Leygardag 16. mai
Vikan 16. mai 2026
208440
Leygardag 16. mai
Vikugesturin: Viðbrekin og viljasterk
208437
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Undansending
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366