Undirgrundin argar

Undirgrundin argar
Boritoymið í Sandoyartunlinum hevur rent seg í eina gong. Hetta er ikki óvanligt, men hesaferð var hon nógv størri enn áður og í verri standi
09.11.2021 - 19:40

Arbeiðið í Sandoyartunlinum hevur gingið seint seinastu dagarnar, tí borimaskinan rakti eina stóra gjógv, eina sokallaða gong. 

-  Vit vóru í holt við at spreingja, tá ið vit komu fram á eina gong, sum gekk 45 stig tvørtur um tunnilin, og grótið byrjaði at rapa. Soleiðis greiðir Teitur Samuelsen, stjóri í Eystur- og Sandoyartunlum, frá. 

Tað var 4700 metrar Streymoyarmegin, at boritoymið kom í trupulleikar. Fyri at tetta, vórðu 260 tons av betongi pumpað í gongina. 

Arbeiðið at gera Sandoyartunnlin er so mikið væl áleiðis, at íkomna støðan ikki ávirkar tíðarfreistina. 

- Spurningurin er bara, um vit náa at bora allan vegin ígjøgnum fyri- ella eftir jól, staðfestir tunnilsstjórin. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 3. mai
Guðstænasta í Mariukirkjuni
207844
Leygardag 2. mai
Andakt
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810