Færri skulu kannast í sjúkrahúsverkinum

Færri skulu kannast í sjúkrahúsverkinum
Landskassin brúkar ov nógvar pengar til koronukanningar, sigur løgtingið, sum afturvið eykajáttan á 12 milliónir biður landsstýrismannin gera greiða vegleiðing fyri kanningar
26.11.2021 - 19:32

Við triðju viðgerð av eykajáttarnarlógini fyri oktober bað Heilsumálaráðið fíggjarnevndina um 18.3 milliónir krónur afturat til koronukanningar í hesum árinum. Men meirilutin í fíggjarnevndini vildi bara játta 12 milliónir krónur. Í viðmerkingunum varð sagt, at koronukanningar eru dýrar, og tí er tað av stórum týdningi, at kanningarvirksemið verður avmarkað til bara neyðugar kanningar. Nú skal landsstýrismaðurin skipa fyri, at ein greið vegleiðing verður gjørd.

Lars Fodgaard Møller, landslækni, var gestur í sjónvarpsstovuni.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 3. mai
Guðstænasta í Mariukirkjuni
207844
Leygardag 2. mai
Andakt dýra biðidag.
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810