Kongoránið í sjónvarpinum í kvøld

bannari
Kongoránið í sjónvarpinum í kvøld
VIDEO: Klokkan 20 í kvøld vísir Kringvarpið dokumentarin "Kongoránið", ið sigur søguna um, hvussu tíggjutals stolnar Kongo-milliónir eru hvítvaskaðar í Føroyum
Dokumentarurin "Kongoránið" verður vístur í sjónvarpinum í kvøld
29.11.2021 - 11:17

Kringvarpið kann, sum úrslit av altjóða miðlasamstarvi við millum onnur BBC, Bloomberg og Spiegel, avdúka, at rændar milliónir eru fluttar úr Kongo í føroysk feløg

Dokumentarurin "Kongoránið" siga nú søguna um stóra ránið í Kongo, har fyrrverandi forsetin í stóra miðafrikanska landinum hevur flutt pengar úr ríkiskassanum niður í lumman hjá sær sjálvum, vinum og skyldfólki.

Ein partur av rændu pengunum vóru fluttir til Føroya í tíðarskeiðnum 2013 til 2017.

Skjøl vísa, at í alt vóru 120 milliónir krónur fluttar úr Kongo til Føroya í føroysk feløg og føroyskar skipanir.

Kringvarp Føroya hevur seinastu mánaðirnar verið við til at kanna og nærlesa loyniskjøl úr stóra afrikanska bankanum BGFI. Felagsskapurin PPLAAF og tíðindamiðilin Mediapart fingu fatur í víðfevnda dátulekanum fyrr í ár.

Talan er um størsta lekan av skjølum á afrikanska meginlandinum nakrantíð, okkurt um 3,5 mió. skjøl.

 

Altjóða miðlasamstarv 

Fyrsta høvuðssøgan um rændu milliónirnar úr Kongo kom á breddan í altjóða miðlunum fríggjadagin. Onnur høvuðssøgan – um milliónirnar, sum vórðu fluttar til Føroya – verður fyrst søgd í Føroyum. Tá ið tey tíðindini eru søgd í Kringvarpinum, verður søgan úr Føroyum eisini søgd í hinum miðlunum.

Tað eru journalistarnir Barbara Holm og Uni Holm Johannesen, sum saman við fríyrkisjournalistinum Jan Lamhauge hava gjørt arbeiðið fyri KvF. 

Tilfarið, ið "Kongoránið" byggir, er framleitt í samstarvinum Congo Hold-Up, sum BBC Africa Eye (Bretland), Bloomberg (USA), Der Spiegel (Týskland), De Standaard (Belgia), Expresso (Portugal), InfoLibre (Spania), KvF (Føroyar), Le Soir (Belgia), L'Orient le Jour (Libanon), Mediapart (Frakland), Nacional (Kroatia), NRC (Holland), Politiken (Danmark), RCIJ (Rumenia), RFI (Frakland), The Continent (Suðurafrika), The Namibian (Namibia), The Wire (India), og VG (Norra) hava verið partur av.

Altjóða umrøðan kann fylgjast á Twitter á #congoholdup. 

 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162