Magni Husgaard kann fáa eina plantu at gera tónleik

Magni Husgaard kann fáa eina plantu at gera tónleik
Magni Husgaard mennir eina skipan, sum ger tað møguligt at gera tónleik við rørslu, ljóði, ljósi, algoritmum - ja, enntá við plantum.
03.12.2021 - 14:00

"What is he building in there?"

Soleiðis byrjar og eitur ein tann kendasti sangurin hjá amerikanska tónasmiðinum og sangaranum Tom Waits.

Kanska klaksvíkingar hugsa tað sama, tá teir ganga fram við gomlu skrivstovuna hjá Kjølbro , har Magni Husgaard baksast við leidningum, meðan elektroniskur tónleikur rómar innanfyri.

Verkætlanin hjá Magna Husgaard er forvitnislig.

Hann mennir eina skipan, ið kann skapa adaptivan og algoritmiskan tónleik.

Tað ljóðar háfloygt; men tað merkir í stuttum, at tónleikur ávirkaður av umstøðum uttanífrá. Tað veri seg algoritmum frá telduni ella rørslum, ljósi og ljóði.

Bert hugflogið setir markið.

Magni Husgaard vil enntá vera við, at hann kann seta tøknina til eina plantu, sum harvið verður nakað, ið minnir um ein tónasmið.

Sí alla sendingina Lyst 46

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860