Eyðna varð sett av á Herberginum

Eyðna varð sett av á Herberginum
-Herbergið er ikki eitt heim fyri eina 72 ára gamla, sera sjúka kvinnu, sum hevur tørv á røkt alt samdøgrið. Tað sigur dótturin í neyðarrópi til vælferðarsamfelagið Føroyar
20.12.2021 - 20:18

-Hetta er mítt neyðarróp um hjálp til mammu.

Tað sigur Lena Clemens Kørvel, sum um dagarnar upplivdi, at 72 ára gamla, sjúka mamma hennara varð útskrivað av psykiatriska deplinum og sett av á Herberginum, tí einki røktarttilboð er til hennara.

Seinastu árini hevur Lena Clemens Kørvel roynt at fingið hjálp til 72 ára gomlu mammu sína, Eyðnu Poulsen. Orsaka av serligum umstøðum hevur mamma hennara búð á Herberginum seinastu árini. Men fyrr í ár versnaði støða hennara so mikið nógv, at Herbergið ikki metti seg ført fyri at ansa henni longur

Eftir viðgerð á psykiatriska deplinum varð Eyðna sett í ein hýruvogn, sum setti hana av á Herberginum.

Dótturin vónar, at hennara almenna neyðaróp kann gera, at mamma hennara verður loftað.

Eftir innslagið vitjaði Martin Kúrberg, leiðari á Herberginum, sjónvarpsstovuna.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328