2021: Tólv tøk frá dreyminum

2021: Tólv tøk frá dreyminum
Fyri tey flestu var tað eitt bragd, men fyri Sverra Sandberg Nielsen var vónbrotið stórt. Rógvarin tosar við Árið ið fer í ítrótti um OL-heiðursmerkið, sum glapp
01.01.2022 - 20:00

Einskullarin sker seg ígjøgnum vatnið við rúkandi ferð. 

Hann er hvítur og reyður; eins og danska flaggið, sum hann umboðar, og japanska flaggið, hvørs høvuðsstaður, Tokyo, hýsir Olympisku leikunum á sumri í 2021.

Hinumegin jørðina fylgja túsundtals føroyingar einskullaranum. Í Miðvági og í Havn, har ólavsøka er, og aðrastaðni. Tí einskullarin er eisini bláur.
 

----------

Frá Tokyo til Miðvágs

Fimm mánaðir geva eina ávísa frástøðu, men tað er greitt, at OL-róðurin enn liggur frammaliga í tilvitskuni hjá 27 ára gamla Sverra Sandberg Nielsen.

Hann er heima í kendum umhvørvi í heimbygdini. Langt burturi frá Tokyo og einskullaranum, og í løtuni snýr lívið seg ikki bert um rógving og ta næstu kappingina.

 - Eg havi tað fínt. Tað er stuttligt at royna okkurt annað, og ikki at skula venja á tann hátt, sum eg havi gjørt tey síðstu 10 árini, sigur Sverri Sandberg Nielsen við Árið ið fer í ítrótti.

Venjing er framvegis partur av gerandisdegnum, treyðugt so, men nú er tað bert fyri at halda venjingarstøðuna nøkulunda við líka. Nú er lesnaður eisini á dagskránni, og miðvingurin hevur tikið ein lítlan steðg frá skúlatingunum fyri at hyggja afturá 2021. Yrkisrógvingin og lívið, sum fylgdi við, spøkir kortini stundum. 

 - Eg sakni eitt sindur tað ágrýtnið, sum eg hevði tá, og at liva upp á tann mátan, sum eg gjørdi tá. Hóast tað er hart, krevur nógva tíð og orku, og tú ert móður allatíð, so er tað kortini ein spennandi lívsstílur, og betri enn nógv annað her í lívinum, greiðir Sverri Sandberg Nielsen frá.

 - Eg slapp at gera tað, sum eg fegin vildi - hatta var tað, sum eg brendi fyri - og at sleppa at gera tað fulla tíð og savna meg hundrað prosent um tað, er jú eisini ordiliga stuttligt, leggur hann afturat.

----------

Einskullarin hjá føroyinginum gongur framvegis væl. Helmingurin er rógvin, og Sverri Sandberg Nielsen hevur tamarhald á støðuni, men brádliga broytist okkurt, og hann má stríðast fyri at fylgja við.

Málið er nú ikki longur at vinna róðurin, men at enda millum tríggjar teir bestu. Grikkin, Stefanos Ntouskos, er farin framvið miðvinginum og vinmanninum, Kjetil Borch, sum nú stríðast um annað plássið. Heima í Føroyum eru fólk við í hvørjum taki, men smílini eru fánað eitt sindur.

Einasta hóttanin er kroatin, sum kemur sníkjandi vinstrumegin.

----------


Tók ábyrgd av egnari menning

Í nærum 10 ár hevur Sverri Sandberg Nielsen róð við tí fyri eyga at kappast millum heimsins bestu.

Tá hann av fyrstan tíð kom á danska landsliðið, var alt nýtt og spennandi, men skjótt sannaði føroyski rógvarin, at um hann skuldi røkka sínum málum, mátti enn meir leggjast fyri. Tí tók hann í stóran mun ábyrgd fyri egnari menning, og byrjaði so líðandi at sniða landsliðið eftir egnum ynskjum.

 - Eg vildi altíð meir, enn tey vildu lova mær at gera, greiðir Sverri Sandberg Nielsen frá.

 - Eg vildi fegin broyta venjingina og tann mentalitetin, sum var í donskum kappróðri. Tey ynsktu, at tú skuldi hava eitt lív við síðuna av ítróttinum. Tú skuldi antin hava eitt arbeiði ella ganga í skúla, og tað royndi eg eisini fyrstu tíðina.

 - Men eg helt bara ikki, at tað var gjørligt hjá mær at klára meg væl í báðum. Skúlin gekk út yvir kappróðurin, og eg kláraði meg heldur ikki so væl í skúlanum, tí eg skuldi rógva.

Í 2015 hevði miðvingurin fingið nóg mikið. Hann var nú so mikið viðurkendur og leit harafturat so mikið nógv á seg sjálvan, at hann bað um broytingar.

 - Eg vildi fegin venja meira, eins og eg visti, at tey gjørdu í teimum stóru rógvilondunum, greiðir rógvarin frá.

Tað tók tíð, men trý ár seinni hevði hann í stóran mun fingið síni ynski upppfylt, og tað gav úrslit.

 - Eg fekk loyvi til at leggja nógv meir venjing í - nógv fleiri tímar - og tá vit koma til 2019, havi eg flutt meg rættiliga nógv, sigur Sverri Sandberg Nielsen. Samstundis fekk hann ein nýggjan venjara, sum hjálpti honum at gerast enn betri. 

Tann menningin skuldi røkka hæddini í Tokyo.

----------

Kroatin, Damir Martin nærkast av álvara, nú bert 100 metrar eru eftir á mál. Tólv tøk frá dreyminum um OL-heiðursmerki, og bæði í Miðvági og í Havn ynskja familja, vinir og føroyingar annars fyri alt í verðini, at Sverri Sandberg Nielsen skal klára tað. 

Teir fara um mállinjuna lið um lið aftanfyri grikkan og norðmannin, og bíða nú bert eftir úrslitinum á stórskíggjanum. Sekundini kennast sum ár, nú eitt heilt róðrarlív skal røkka ella støkka.

----------


Stórt vónbrot fyri stóra ítróttarmannin

So kom tað. Ýlið frá Sverra Sandberg Nielsen, tá tað gekk upp fyri honum, at hann var ov stuttur. 15 hundraðpartar av einum sekundi ov stuttur. Tað segði í roynd og veru alla søguna.

 - At fara frá at vera heilt har uppi, har tú hevur vón um at gerast olympiskur meistari til ikki at fáa eitt heiðursmerki, var bara heilt forferdiligt, og eg sat bara eftir við eini tómari kenslu, greiðir Sverri Sandberg Nielsen frá.

Í Tokyo hoknaði miðvingurin niður á kaiini, og var nærum ótroystiligur. Heima í Føroyum vóru fólk sjálvandi vónbrotin hansara vegna, men heima í Miðvági og í Havn rungaður lógvabrestirnir í viðurkenning fyri avrikinum, sum var og er eitt hitt størsta í føroyskari ítróttarsøgu. 

 - Eg angri einki, og eg eri errin av tí arbeiðnum, sum eg havi gjørt og fyrireikingunum, sum vóru áðrenn OL, sigur Sverri Sandberg Nielsen. 

 - Eg havi nátt tí, sum eg setti mær fyri, men kortini er tað eitt stórt vónbrot at sita har í finaluni, og ikki náa tí málinum, sum tú hevði sett tær til ta heilt stóru kappingina.

Eru árarnar sleptar?

- Eg var nokkso avkláraður, áðrenn eg fór í gongd herbeint, at hetta var tað síðsta skotið hjá mær. 

Soleiðis segði Sverri Sandberg Nielsen beint eftir OL-róðurin. Eitt langt róðrarlív hevði kravt sítt, skaðar darvaðu og hann hevði framvegis onga útbúgving at fella aftur á. Tí hevði miðvingurin tikið avgerð um, at olympisku leikirnir skuldu verða endin. 

Skjótt varð kortini greitt, at hurðin til neystið ikki var endaliga stongd.

 - Áðrenn OL var eg hundrað prosent vísur í, at eg var liðugur. Beint eftir OL var eg meira í iva um, hvørt  hatta skuldi verða tað, um eg skuldi enda mína yrkisleið við hasum úrslitinum. Tað kendist ikki ordiliga rætt, sigur Sverri Sandberg Nielsen.

 - Um eg hevði tikið heiðursmerki, so hevði eg helst verið sikkur upp á, at eg var liðugur at rógva, ella um eg als ikki var við í kappingini. Um hinir bara vóru nógv betri, so hevði eg bara viðurkent, at eg ikki var góður nokk til at vera við. 

 - Men at vera so nær við og kenna, at hatta ikki var tað besta, sum eg kann vísa, ger, at tú hevur hug til at royna aftur.

Fimm mánaðir frá vónbrotinum er niðurstøðan framvegis ikki greið, men hurðin er hálvopin, sigur miðvingurin.

 - Tað er ikki soleiðis, at eg merki beint nú, at eg havi hug til at koma aftur og ofra alt aftur og leggja allar tímarnar í aftur, sum eg havi gjørt. Tað er fifty-fifty, sigur Sverri Sandberg Nielsen. 

Síðsta summar var hann tólv tøk frá dreyminum. Í summar skal hann gera av, um tey vóru tey seinastu. 

Sí samrøðu við Sverra Sandberg Nielsen úr Árinum ið fer í ítrótti omanfyri

 










 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. november
Dansival á Nordlekfundi
184250
Mikudag 27. november
Skratsj 27. novembur 2024
184248
Mikudag 27. november
Andarblak - Hvør sín og tó
184233
Mikudag 27. november
Morgunlestur mikudagur 27.november 2024
184216
Týsdag 26. november
LEITISSTEIN 26.11.2024 (Marius DC)
184212
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205
Týsdag 26. november
Veðrið
184201
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179