Sjúkrakassagrunnurin tómur

Sjúkrakassagrunnurin tómur
Uppgávan er loyst, nú góðar 29 milliónir eru latnar til verkætlanir innan heilsuverkið, sigur Granskingarráðið, sum umsitur grunnin.
07.01.2022 - 19:54

Stuðulin er lutaður út til trý høvuðsøki: 

41 verkætlanir hava tilsamans fingið 6,5 milliónir krónur til upplýsandi tiltøk og kanningarverkætlanir at menna heilsuøkið. 

21 verkætlanir - harav 8 phd. verkætlanir -  hava tilsamans fingið 14,6 milliónir krónur til gransking og menning á fimm raðfestum heilsuøkjum. 

8,6 mió. kr. eru útlutaðar av høvuðsøki 3, sum er stuðul til menning av gransking á ella í samstarvi millum Fróðskaparsetrið og Sjúkrahúsverkið.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 3. mai
Guðstænasta í Mariukirkjuni
207844
Leygardag 2. mai
Andakt
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810