Mjølnir og ÍF ganga á odda

Mjølnir og ÍF ganga á odda
Í Mjølni hevur spælandi venjarin, Christian Imhoff, kollvelt ungdómsflogbóltin, meðan ÍF er flutt inn í nýggja flogbóltshøll. Liðini hittast í steypafinaluni leygardagin
21.02.2022 - 10:52

Tvey feløg hava myndað føroyskan mansflogbólt seinastu árini.

Síðan 2018 hevur ÍF vunnið eitt meistaraheiti og eina steypakapping, meðan Mjølnir hevur vunnið tvær ferðir í hvørjari kapping.

Leygardagin hittast liðini aftur í steypafinaluni.

Christian Imhoff hevur verið spælandi venjari í Mjølni, síðan korona byrjaði at gera um seg fyri tveimum árum síðani, og argentinin hevur kollvelt ungdómsflogbóltin í felagnum.

 - Uppdriftin í felagnum hevur verið øgilig seinastu árini, serliga á manndólkasíðuni. Í ár meldaðu vit tvey lið til steypakappingarnar, sigur formaðurin, Jóhann Lützen.

 - Hann hevur fingið nógvar dreingir at venja flogbólt, sum annars hevur verið ein trupulleiki hjá okkum seinnu árini. Somikið nógvir ungir dreingir eru komnir at venja, at vit hava tvey lið í aldursbólkinum dreingir 19, meðan hini feløgini einki hava.

Í Fuglafirði er flogbóltsstøðan eisini góð. Felagið hevur vant og spælt sínar heimadystir í høllini á Kambsdali í eitt mannaminni, men um vikuskiftið flutti ÍF inn í nýggju høllina í skúlanum í Fuglafirði.

 - Øll í felagnum hava verið spent leingi, og endiliga eru vit sloppin inn. Hetta er ein super flogbóltshøll, og vit eru ordiliga glað í ÍF-flogbólti, sigur Bjarni Larsen, sum telist millum royndu spælararnar í einum annars ungum ÍF-hópi. 

Finaluna eru bæði liðini sjálvandi spent upp á. Mjølnir er eitt sterkt álopslið við langum spælarum, meðan fuglfirðingar eru minni og kvikari og stinnir í verjupartinum, og tí verður mett, at finalan kann fara báðar vegir.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. juli
HM-tíðindi 4. juli 2026
210516
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521