Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggj mál í Argja Bóltfelag
Nýggj mál í Argja Bóltfelag
Ellivu útlendskir spælarar eru komnir til AB í vetur, og tí hevur felagið fingið eyknevnið 'Altjóða Bóltfelag' millum fólk. Nýggja kósin er neyðug, siga formaður og venjari
07.03.2022 - 20:39
Tað gekk nærum ikki dagur í vetur, uttan at ein nýggjur útlendskur spælari varð kunngjørdur í AB.
Tilsamans eru teir nú ellivu, sum venja og spæla undir nýggja venjaranum, Sámali Erik Hentze, sum er í argjafelagnum fyri fjórðu ferð.
Tað hevur fingið fólk at ressast og spyrja, hvat tað er, sum gongur fyri seg inni í Vika.
- Tað, sum AB fyrr hevur gjørt, ið eg havi verið ein partur av, er at fylla hópin við føroyskum spælarum, sum í roynd og veru ikki hava ambitiónir um at spæla toppfótbólt í Føroyum, greiðir Sámal Erik Hentze frá.
Hetta er ein farin tíð, og nú hyggur AB longri enn til Havnar ella aðrastaðni í Føroyum, tá liðið skal styrkjast.
Ítróttarstjórin, Jonas Dal Andersen, sum varð settur í fjør eftir miseydnaðan venjarakjans í HB, er í eini lyklastøðu hesum viðvíkjandi. Tað er hann, sum hevur neyðugu sambondini úti í heimi.
Fimm tjóðskapir eru nú umboðaðir, tá AB fer at spæla dyst. Ein orsøk til kósskiftið hjá argjamonnum er, sambært Sámali Erik Hentze, at føroysku spælararnir mangan eru ov dýrir.
- Um eg fari út og biði ein føroyskan leikara koma út her, sum hevur ein sáttmála upp á 6.000 krónur í til dømis HB, so stendur hann uttanfyri og sigur, at hann skal hava 15-20.000 krónur um mánaðin. Fær hann ikki tað, so vil hann ikki vera her, sigur Sámal Erik Hentze.
Hvar kemur peningurin frá?
Nógvu nýggju spælararnir hava fingið fólk at undrast á, hvussu fíggjarætlanin á Argjum sær út. Millum annað hava søgur gingið um, at útlendskir íleggjarar hava forelskað seg í AB og hava spýtt pening í felagið. Tað avnoktar formaðurin, Marius Thomassen.
- Nei, talan er ikki um útlendskar investorar. Eg haldi, at tað hevði verið ordiliga spennandi, um vit fingu tað, men tá vit nú hava ta minstu fíggjarætlanina, eru tað ikki vit, sum hava tørv á útlendskum íleggjarum, sigur hann. Formaðarin sigur hinvegin við fótbóltsmagasini Ellivu, at hópurin ikki kostar stórvegis meir, enn seinast AB var uppi í bestu deildini.
- Eg vil fegin síggja, at vit menna okkum á Argjum - tað er tað, sum hevur týdning fyri okkum - og tað, sum er hent við okkara leikarum, er, at teir hava tikið seg fram í stórum, síðan teir hava fingið so góðar liðfelagar, greiðir Marius Thomassen frá.
Droymir um Champions League
Ein av nýggju spælarunum á Argjum er finnin, Onni Tiihonen. Hann hevur spælt í feløgum í finska høvuðsstaðnum, Helskinki, men tá møguleikin at skifta til føroyskan fótbólt stakk seg upp, valdi hann at pakka gaggurnar.
- Eg vóni, at eg komi at menna meg saman við felagnum næstu tíðina, sigur 21 ára gamli miðvallarin.
- Stóri dreymurin er at sleppa at spæla í Champions League. Tað vil eg royna einaferð, greiðir hann frá.
So fortir eru formaðurin og venjarin ikki. Málið í ár er at sleppa undan niðurflytingini, ella sum teir orða seg; at enda í topp-átta.
- Og so skulu vit taka eitt ella tvey trapputrin næsta ár, og so tað síðsta um tvey ár, sigur Sámal Erik Hentze.
Taktikkfundirnir hjá Sámali Erik Hentze ganga fyri seg á enskum í ár. - Tað er ein avbjóðing, viðgongur royndi venjarin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV