Norðingur bjóðar Klaksvíkingi av

Norðingur bjóðar Klaksvíkingi av
10-mannafarið, Norðingur, er mannað fyri fyrstu ferð í áratíggju, og rógvararnir Handan Múla bjóða nú av ímóti Klaksvíkingi, sum vann allar róðrarnar í fjør
09.05.2022 - 18:16

Verður tað sum rógvararnir á Norðingi vilja, fær Klaksvíkingur harða kapping um føroyameistaraheitið í ár. 

10-mannafarið í Klaksvík var einaráðandi í fjør, tá teir við sigri í øllum róðrunum, tóku FM-heitið frá Orminum Langa.

Men nú bjóðar Norðingur av.

 - Ja, tað gera vit. Vit hava brúkt so nógva tíð upp á hetta, at vit vilja fram at kappast um tey fremstu plássini, sigur bátsformaðurin, Hjalmar Zachariassen.

Ein gamal dreymur

Tað er ein gamal dreymur hjá Norðdepils-Hvannasunds Róðrarfelag at mannað 10-mannafarið, sum ikki hevur verið at sæð í róðri í áratíggju. 

Norðingur hevði sína stórtíð í sekstiárunum, tá báturin vann tvey FM-heitið og var nær við at vinna eitt triðja. Í sjeyti- og áttatiárunum var báturin bert at síggja til einstakar stevnur, og seinni datt kappróðurin Eystan Múla niður fyri.

Fyri júst 20 árum síðani var felagið endurstovnað, og síðan hava tað serliga verið 6-mannafarið, Sundabáturin, og 5-mannafarið, Ritan, sum hava myndað felagið.

Í ár er skal Norðingur lyfta uppgávuna einsamallur.

 - Vit hava vant har, og duga ikki at síggja, at tað ikki skal gangast okkum rímuliga væl, sigur Hjalmar Zachariassen, og bátsfelagin, Olgar Færø, tekur undir við honum.

 - Tú hugsar ikki um nógv annað enn kappróður. Tað er tað, sum melur í høvdinum nú og helst kemur at gera tað í alt summar, sigur hann. 

Taka við avbjóðingini

Á Klaksvíkingi er teir glaðir fyri avbjóðingina, sum teir hava fingið frá Norðingi, og fáa frá Eysturoyingi og Havnabátinum, sum eisini eru mannaðir. Magnus Norðberg, rógvari og venjari, ásannar, at uppgávan er øðrvísi í ár.

 - Í fjør vóru vit øgiliga svangir og hugsaðu, at 'er tað so, at tað ikki gongur, er tað skilligt, tí vit kappast ímóti einum trífaldum meistara'. Nú standa vit sum meistararnir, og aðrar svangar manningar koma eftir okkum, so vit mugu duga at halda stand og duga tann leiklutin eisini, sigur Magnus Norðberg.

Hann væntar sær harða mótstøðu frá Norðingi, sum sambært honum hava eina góða manning.


Hjalmar Zachariassen og hinir á Norðingi bjóða av um FM-heitið hjá 10-mannaførum

Klaksvíkingur til venjing á Árnafirði
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Jazzofonin - Flaggdagin 25 apr 2024
174208
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012