HB-venjarin: spælararnir fáa greið boð

HB-venjarin: spælararnir fáa greið boð
Nýggi HB-venjarin, Dalibor Savic, sigur, at spælararnir kunnu vænta sær ein týðiligan venjara, sum gevur teimum greið boð um, hvat væntað verður av teimum
17.05.2022 - 13:03

Nýggi venjarin hjá besta mansliðnum hjá HB, Dalibor Savic, hevði sína fyrstu venjing í gjár - bert nakrar tímar eftir at hann hevði avloyst Kim Engstrøm í heitasta venjarasessinum í landinum.

Sambært nýggja venjaranum kunnu spælararnir vænta sær ein týðiligan venjara, sum gevur teimum greið boð.

 - Eg havi nógvar dugnaligar spælarar í einum sterkum hópi. Teir kunnu vænta sær ein týðiligan venjara við greiðum venjingarhættum og greiðum boðum um, hvussu vit skulu bera okkum at í verjuspæli, álopsspæli og øllum har ímillum, sigur Dalibor Savic, sum fyri kortum var uppsagdur í Dalkurd í næstbestu svensku fótbóltsdeildini.

Svenski venjarin leggur seg eftir ágangandi og álopskendum spæli.

 - Verjuspælið skal vera ágangandi og framtøki.Vit skulu vinna bóltin skjótt og langt frammi á vøllinum fyri at skapa málkjansir, sigur Dalibor Savic.

 - Men tá vit hava bóltin og byggja spælið upp afturi frá, skal tað gerast við tamarhaldi og greiðari ætlan og endamáli. Vit skulu duga at skapa málmøguleikar við egnum evnum og ikki bert upp á mistøk hjá mótstøðuliðunum.

Bæði formaðurin, Páll Mohr Joensen og Dalibor Savic siga, at málið, tað ið eftir er av kappingini, er at vinna steypakappingina, standa seg væl í evropeiskum fótbólti og at taka seg so langt fram í landskappingini, sum gjørligt.

Sí samrøðu úr 3-2 omanfyri

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Týsdag 3. november
Tá minan brast á skúlaloftinum í Dali
215840
Týsdag 3. november
Breddin: Miðskeiðisvalið í USA
215831
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860