- Tíðindi, mentan og ítróttur
-Eg eri til fyri næmingarnar
-Eg eri til fyri næmingarnar
Tað sigur Una Joensen, sum í dag er sett í starv sum rektari á Glasi.
04.10.2022 - 19:51
Una Joensen hevur verið virkandi rektari á Glasi síðani 1. juli í ár, tá Steinbjørn Hardlei fór í annað starv. Una Joensen er útbúgvin búskaparfrøðingur umframt at hava tikið fleiri longri leiðsluskeið Hon hevur drúgvar royndir frá privatari vinnu, almennari fyrisiting, undirvísing, umframt royndir frá nevndum og ráðum. Mllum annað hevur hon verið deildarstjóri í Mentamálaráðnum og deildarleiðari á Samfelagsdeildini á Glasi.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV




















