Føroya Tele meldað fyri at leggja fótonglar fyri Tosa

Føroya Tele meldað fyri at leggja fótonglar fyri Tosa
Tað er eitt mál við kollsilgdu telefyritøkuni Tosa, sum er orsøkin til, at Føroya Tele er meldað til løgregluna. Tað váttar nevndarformaðurin í Føroya Tele, Bjarni Arnason. 
21.10.2022 - 21:10

Í 2017 kærdi telefyritøkan Tosa Føroya Tele til Fjarðskiftiseftirlitið

Og nú váttar nevndarformaðurin í Føroya Tele, Bjarni Arnason, at orsøkin til at Føroya tele er meldað til løgregluna av kappingareftirlitinum er eitt mál um kollsilgda Tosa, sum fór á húsagang í juni í ár. 


Bjarni Arnason, nevndarformaður í Føroya Tele / Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

Kappingarráðið metir, at Føroya Tele hevur brotið kappingarlógina við at misnýta ráðandi marknaðarstøðu. 

Misnýtsla eftir grein 11 stk. 3 í kappingarlógini kann t.d. vera:

1)   beinleiðis ella óbeinleiðis at noyða órímiligar keyps- ella søluprísir ella aðrar órímiligar handilstreytir á einhvønn,
2)   at avmarka framleiðslu, sølu ella tøknifrøðiliga menning til bága fyri brúkaran,
3)   at áseta ymiskar treytir fyri veitingum, ið hava sama virði mótvegis handilsfelagum, sum av tí verða verri fyri í kappingini, ella
4)   at krevja, áðrenn sáttmáli kann gerast, at avtaluparturin góðkennir ískoytisveitingar, sum natúrliga ella eftir handilssiðvenju ikki hava samband við tað, ið avtalan viðvíkur.

Fyrningarfreistin í málinum nærkast, og tí hevur Kappingareftirlitið meldað málið til løgregluna, áðrenn hoyringarfreistin hjá Føroya Tele er farin.

Tá hoyringarsvarið er komið frá Føroya Tele, skal Kappingarráðið taka endaliga støðu í málinum. 


Jan Ziskasen, samtaksstjóri í Føroya Tele / Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

 

Kom óvart á Føroya Tele

Nevndarformaðurin í Føroya Tele, Bjarni Arnason, sigur, at talan er um eitt mál, sum kom óvart á Føroya Tele, og at tílík mál altíð eru keðilig fyri eina fyritøku.

Barni Arnason sigur eisini, at tey hava sett ein sakførara at kanna málið nærri, tí tey meta, at tað eru fleiri leysir endar í skuldsetingini. 

 

Tosa ikki til

Sp/f Tosa, sum eftir øllum at døma er kjarnin í málinum, er ikki til longur. Felagið fór á húsagang 14 juni í ár.

Bústjórin fyri búgvi í Tosa sigur við Kringvarpið í dag, at búgvið ikki er gjørt endaliga upp enn, og seinasti skiftisfundur verður 2. desember.

Á skiftisfundi 26. august var kravið móti búnum áleið tvær milliónir krónir, harav 300.000 krónur eru lønarkrøv.  

Fyrningarfreistin avgerandi

Terje Sigurðson, deildarstjórin í Kappingareftirlitinum, segði í Degi og viku í gjár, at málið er meldað til løgregluna nú, áðrenn tað fellir fyri fyrningarfreistini.

Terje Sigurðson segði eisini, at málið í løtuni er til hoyringar hjá Føroya Tele, og síðani skulu teir fimm limirnir í Kappingarráðnum takan endaliga støðu til, um talan er um brot á kappingarlógina. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. november
Onki føroyskt orð er fyri deyting
183806
Hósdag 21. november
Ung fara av landinum at lesa
183958
Hósdag 21. november
Morgunlestur hósdagur 21. november 2024
183774
Mikudag 20. november
Mono - Dolly Parton
183927
Mikudag 20. november
Góðan morgun Føroyar
183892
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. november
Andaktin
183970
Týsdag 19. november
Veðrið
183867
Týsdag 19. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
183834
Mánadag 18. november
3-2 (18. november 2024)
183825