VIDEO: Spískamarið vil vísa á møguleikarnar í føroyskum landbúnaði

VIDEO: Spískamarið vil vísa á møguleikarnar í føroyskum landbúnaði
"Í bø eg gangi" kallast nýggja sesongin av væl umtóktu sjónvarpsrøðini "Spískamarið", har evnið er føroyskur landbúnaður
úr Spískamarinum
Gutti Winther, kokkur, er sum altíð væl upplagdur sum vertur í "Spískamarinum". Nýggir partar eru gjørdir, og tann fyrsti verður vístur í kvøld
27.10.2022 - 17:46

So verður sonn matgleði aftur at síggja í sjónvarpinum.

Nýggir partar av sjónvarpsrøðini "Spískamarið" eru gjørdir, og fyrsti partur verður sendur í kvøld.

Hendan sesongin av "Spískamarinum" hevur fingið undirheitið "í bø eg gangi".  

"Málið er at varpa ljós á føroyskan landbúnað, og vísa á teir møguleikar, sum liggja í landbúnaðinum," sigur Gutti Winther, kokkur og vertur í "Spískamarinum". 

 

Kúgvin

Fyrsti parturin av fýra, sum verður vístur í kvøld, ber heitið "Kúgvin" og viðger týdningin, ið kúgvin hevur havt fyri føroyingar. 

Gutti Winther vitjar Sigert Patursson, bónda á Vatnaskørðum, har ein kúgv verður slaktað.

Gutti er eisini á Mjólkavirki búnaðarmanna, sum vit kenna sum MBM, har tey framleiða føroyskar ostar úr mjólkini frá kúnni. 

Og so er Gutti eisini og vitjar grønmetisverkætlanina Næla í Bacalao í Havn, ið framleiðir føroyskt grønmeti á ein heldur øðrvísi hátt. 

 

Meira prát og minni ævintýr

Pætur Marjunarson Dahl, ið er framleiðslustjóri av "Spískamarinum", vísir á, at hendan sesongin av væl umtóktu sjónvarpssendingini eitt sindur øðrvísi enn tær undanfarnu.

"Í hesum umfarinum er tað kanska meira prát og minni ævintýr, sum tað var nógv av í undanfarnu sesongunum," staðfestir Pætur Marjunarson Dahl. 

Men tá tað er sagt, so líkist "Spískamarið" sær sjálvum, heldur Pætur Marjunarson Dahl. 

"Tað er fólk, náttúra og matur, og tað broytist ikki."

Eitt, ið heldur ikki broytist í "Spískamarinum", er, at tað verður flent nógv og etið væl. 

Vælgagnist.

 

Hvat: Spískamarið - í bø eg gangi (1/4)
Heitið Kúgvin
Hvar: Í sjónvarpinum
Nær: Í kvøld 27. oktober
Klokkan: 19.25

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891