Søguligur dagur

Søguligur dagur
Føroya Symfoniorkestur innspældi í kvøld tjóðsangin fyri fyrstu ferð
Gestur Lómstein
05.01.2023 - 20:17

Seinastu fyrireikinganar til, at Føroya Symfoniorkestur skuldu innspæla "Tú alfagra land mítt" í kvøld, vóru í Norðurlandahúsinum í gjár, og Dagur og vika vóru við.

Upptøkan, sum vanliga verður brúkt av "Tú alfagra land mítt", er ein donsk upptøka. 

 

Gamla upptøkan

Tað eru fleiri søgur um gomlu upptøkuna av tjóðsanginum. 

Greitt er, staðfesti Hans Petur í Brekkunum, stjóri í Føroya Symfoniorkestri, at Symfoniorkestrið hjá Danmarks Radio kom til Føroya at hava konsertir í 1960.

Summi vilja vera við, at gamla upptøkan er frá einari konsert í tí, sum varð kallað Turkihúsið inni á Skála.

Sakin var nevniliga tann, at Symfoniorkestrið hjá Danmarks Radio var so mikið stórt, at pláss var ongastaðni at hava konsertir í Føroyum tá í tíðini.

Smærri ensemble úr orkestrinum vóru sett saman, og tey hildu so konsertir í aulini í Kommunuskúlanum í Havn, og upptøkur vóru gjørdar í Havnar kirkjuni.

Men tað skuldi tó eydnast føroyingum at hoyra alt orkestrið saman, og tað var til konsert í Turkihúsinum inni á Skála.

Ein onnur søgur ljóðar, at upptøkan av tjóðsanginum var ein heilsan, send til Føroyar eftir Føroyarferðina í 1960. 

Sunnleif Rasmussen, tónaskald, hevur gjørt nýggja útseting av "Tú alfagra land mítt", og hann vitjaði í sjónvarpsstovuni.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. apríl
Upp á tá - 030426
206605
Leygardag 4. apríl
Morgunlestur leygardagur 4.apríl 2026
205933
Fríggjadag 3. apríl
Hendingar á Løgtingi og Fólkatingi (2:2)
206594
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
206588
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. apríl
KAKUMiKS 2 (3:7)
206554
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
206597
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206563