Oljudálking á landi og sjógvi ikki revsað eins

Oljudálking á landi og sjógvi ikki revsað eins
Oljudálking á landi verður ikki revsað líka hart, sum dálking á havi, hóast uppruddingararbeiðið ofta er nógv meira krevjandi. -Tað gevur onga meining, sigur umhvørvisráðgevi
13.01.2023 - 16:51

Orsøkin, at bøturnar fyri at dálka á landi eru væl minni enn dálking av sama slag á havi, skal finnast á lóggávuøkinum.

Ert tú atvoldin til oljudálking á landi brýtur tú lógina um umhvørvisvernd, og ert tú atvoldin til somu dálking á sjónum, brýtur tú lógina um at verja havumhvørvið. 

Tá talan er um oljudálking á landi, har til ber at staðfesta, hvussu nógv olja er farin út, so mælir Umhvørvisstovan vanliga til at bøturnar verða ásettar á sama stigi, sum oljudálkingin var hend á sjónum.

Men Føroya rættur, hevur fyrr mett øðrvísi. Bøtur fyri oljudálking á landi eru ofta ein triðingur av bótunum á havi.

Á sjónum eru dømi um bøtur upp á væl omanfyri 100.000 krónur fyri oljudálking. Sambært Suna Petersen er munandi minni oljudálking á havinum í dag samanborið við fyri 10-15 árum síðani.

Í 2010 kom kunngerðin um bunkring, og í 2011 hækkaðu bøturnar fyri dálking á havinum.

Á Umhvørvisstovuni metir man, at hetta hevur hjálpt til at fyribyrgja.
 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. juli
RagnarRokk 30.juli 2026
209740
Hósdag 30. juli
RagnarRokk: Phil Pendergast um Khemmis
209739
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373