Liðskiparin: Góðar vónir í sólini

Liðskiparin: Góðar vónir í sólini
Liðskiparin á føroyska fótbóltslandsliðnum, Viljormur Davidsen, hevur góðar vónir til undankappingardystin ímóti Moldova, hóast nógvir spælarar mangla
23.03.2023 - 12:56

Sólin sær í moldavska høvuðsstaðnum, Chișinău, har liðskiparin á føroyska fótbóltslandsliðnum, Viljormur Davidsen, saman við liðfeløgunum fyrireikar seg til EM-undankappingardystin ímóti Moldova í annaðkvøld.

Vinstri bakkurin, sum ber liðskiparabandið fyri skadda miðvallaran, Hall Hansson, hevur góðar vónir, hóast nógvir av lyklaspælarunum ikki eru við í Moldova.

 - Maður kemur í mans stað. Vit hava grundarlagið upp á pláss, og nýggju spælararnir, sum koma inn og eru við nú, koma inn í prinsippini, sigur Viljormur Davidsen, sum væntar nógv av teimum lutfalsliga fesku í landsliðshópinum hesa ferð.

 - Eg rokni við, at mann gevur alt tað, mann hevur og sleppur hondbremsuni, tá mann fær kjansin, sigur liðskiparin, sum letur væl at venjingunum, sum hava verið síðstu dagarnar á Tórsvølli og í Chișinău.

Hóast liðið er nakað skert, og fyrireikingarnar hava verið raktar av kavaveðrinum í Føroyum, vil liðskiparin hava stig í annaðkvøld.

 - Mann spælir fyri at vinna og í øllum førum fyri at fáa eitt stig, men vit mugu hugsa um avrikið, tí um tað er gott, og vit spæla sum eitt lið, eru vit ringir at hava við at gera, sigur Viljormur Davidsen.


 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. januar
EM tíðindir - 28 jan 2026
203370
Mikudag 28. januar
Orðaval #30: Umljóð og kærleiksorð
203366
Mikudag 28. januar
Byrja einfalt
203358
Mikudag 28. januar
Morgunlestur mikudagur 28.januar 2026
203269
Týsdag 27. januar
Dávid Reynheim er á breddanum
203302
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. januar
Hetta er Filip
203375
Mikudag 28. januar
Hetta er Bjarki
203376
Mikudag 28. januar
Hetta er Emma
203377
Mikudag 28. januar
Hetta er Jóhanna
203378
Mikudag 28. januar
Hetta er Sophilia
203379