Tárini trillaðu: "Hetta er púra vilt"

bannari
Tárini trillaðu: "Hetta er púra vilt"
"Hetta er ein kensluborin løta. Hetta er tað størsta, ið eg havi verið við til nakrantíð," ásannaði Helgi Hildarson Hoydal, tá tað varð greitt, at EM-luttøkan var tryggað
Kenneth Jørgensen
Tað var ein rørdur Helgi Hildarson Hoydal, tá tað var greitt, at Føroyar skulu til EM-endaspælið
30.04.2023 - 19:34

Helgi Hildarson Hoydal var eyðsæð rørdur eftir at tað gjørdist greitt, at føroyska manslandsliðið í hondbólti hevði tryggjað sær luttøku við EM-endaspælið í Týsklandi í januar. 

Luttøkan varð tryggjað, hóast Føroyar taptu so syngjandi móti Eysturríki. 

"Vit møttu einum topptunaðu eysturískum liði, og vit gjørdu tað so gott sum vit kundu," segði ein rørdur Helgi Hildarson Hoydal eftir dystin, meðan hann turkaði tárini av kinnunum. 

Verju- og strikukempan var millum bestu spælararnar á føroyska liðnum, ið hevði tað sera trupult móti einum sera væl leikandi eysturríksum liði. 

Helgi vísti seg serliga fram í øðrum hálvleiki, sum Føroyar vunnu, og á tann hátt fingu avmarkað tapið til fimm mál, 38-33. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890