VIDEO: Ein øðrvísi og óhugnalig rundvísing á Tjóðsavninum

VIDEO: Ein øðrvísi og óhugnalig rundvísing á Tjóðsavninum
Á Tjóðsavninum eru nógvir duldir og óhugnaligir lutir, ið summir eisini hava eina óhugnaliga søgu. Hesir kunnu upplivast á Museum Obscurum
11.10.2023 - 19:00

Nú heystfrítíðin er, og Tjóðsavnið skipar fyri árliga heysthugnanum, so er eisini eitt nýtt kvøldartiltak á skránni. 

Museum Obscurum kallast tiltakið, har børn og vaksin fáa eina øðrvísi rundvísing í myrkrinum. 

Duldu og óhugnaligu lutirnir, sum eru í Tjóðsavninum, eru í fokus. 

Rundvísingin verður leidd av royndum frásøgufólki. Hetta fýsiliga kvøldið, tá Elin á Rógvi frá Barnaútvarpinum var við, var tað Terji Beder, ið var frásøgufólk. 

Eftir rundvísingina verður bjóðað til biograf við einum filmsklassikara.

Tjóðsavnið ger vart við, at tiltakið er ikki hóskandi fyri yngri børn. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439