- Eg nái líka at anda inn eini tríggjar ferðir

bannari
- Eg nái líka at anda inn eini tríggjar ferðir
Elias Ellefsen á Skipagøtu var ísakaldur undir ovurstórum trýsti, tá hann javnaði við brotskasti í evstu løtu. - Hetta merkir alt, staðfesti føroyska hondbóltsflogvitið
13.01.2024 - 23:22

Ein kann bert ímynda sær ovurstóra trýstið, sum Elias Ellefsen á Skipagøtu bar á sínum herðum, tá hann skuldi skjóta brotskast í evstu løtu ímóti Norra.

Skoraði hann, var søguligt úrslit tryggjað, misnýtti hann, var hetta enn eitt tepurt tap. 

 - Eg nái líka at anda inn tríggjar ferðir og hugsavna meg um hatta brotskastið. Tað var kanska deiligt, at eg fekk eina lítla løtu at fyrireika meg, segði Elias Ellefsen á Skipagøtu eftir dystin.

Hann skeyt uttan at hótta lágt í høgra horn, og so kundi hann venda sær á og renna teir 40 metrarnar til stóru føroysku fólkamongdina, sum tók ímóti við opnum favni.

 - Eg hugsaði faktiskt at gera eina skotfintu áðrenn, tí eg hevði skotið fyrstu ferð tvær ferðir í dystinum, men hann sá út til at standa á skeiva beininum í hinari síðuni, so eg skeyt fyrstu ferð, greiddi spælskiparin, sum eisini var dagsins spælari, frá. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 21. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
209984
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974