Venjarin: svakliga góður dystur

bannari
Venjarin: svakliga góður dystur
Føroyar høvdu javnleikin uppibornan, segði landsliðsvenjarin, Peter Bredsdorff-Larsen, sum stórfegnaðist um enn eitt framúr gott avrik frá hondbóltsmonnunum
13.01.2024 - 23:24

 - Vit vóru í gongd við at vinna dystin, segði ein smílandi Peter Bredsdorff-Larsen.

Venjarin stórfegnaðist um søguliga 26-26 javnleikin ímóti hondbóltsrisanum, Norra, og helt, at tað var ikki meir, enn spælararnir høvdu uppiborið.

 - Hetta var dramatiskt og endin var púra burturvið, segði Peter Bredsdorff-Larsen.

 - Hetta er ótrúligt at hugsa um. Vit hava fingið stig ímóti einum av heiðursmerkjabiðlunum, segði venjarin, sum ikki ætlaði at taka orðið í umklæðingarrúminum, tí tað helt hann, at spælararnir mundu fara at megna sjálvir.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037