Á skeið í setan

Á skeið í setan
Starvsfelagið hevur ongantíð áður verið vitni til eitt so greitt brot á almenna setanarpolitikkin, sum í sambandi við setan av fólki til sjúkraflutningstænastuna í Klaksvík
05.02.2024 - 19:26

Starvsfelagið hevði ikki hoyrt um málið við starvssetanini í sjúkraflutningstænastuni í Klaksvík, fyrr enn tað varð tikið upp í Degi og viku fríggjadagin. Felagið kann ikki av sínum eintingum taka mál upp hjá fólki, sum ikki eru limir. Men arbeitt verður við broytingum í viðtøkunum fyri felagið, og Súni Selfoss, formaður, heldur høvi vera at taka hetta upp, tí brotið er so ógvusligt og kann seinni eisini raka limir í felagnum.

Eftir at Heilsumálaráðið hevur funnist at sjúkrahúsinum fyri starvssetanina, so hevur sjúkrahúisið sagt seg vilja broyta mannagongdir. Millum annað hava starvsfólk verið á skeiði í fyrisitingarlóg og metingarskjøl og annað er eftirhugt. Og 13. mars skulu allir leiðarar til undirvísing hjá løgfrøðingi.

Í morgin skal setanarbólkuriná fund við Alexandru á Dul, sjúkrahússtjóra. Hon skrivar til Heilumálaráðið, at hon á fundinum fer at gera bólkinum greitt, at niðurstøðan hjá Heilsumálaráðnum skal takast i størsta álvara, og at tað er umráðandi, at mál sum hetta ikki fara at endurtaka seg í framtíðini.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328