Neistin sendi H71 út í kuldan

Neistin sendi H71 út í kuldan
Kvinnurnar hjá Neistanum lótu ongan iva vera um, hvør skuldi í steypafinaluna í hondbólti. Tær sendu H71 út í myrkri við 33-24 stórsigri
12.02.2024 - 13:47

Kvinnurnar hjá Neistanum smurdu H71 av í seinnu hálvfinaluni í steypakappingini um vikuskiftið.

Tær bláu vunnu ikki minni enn 33-24 í Hoyvíkshøllini, og sendu H71, sum vann greipuna í fjør, út í steypamyrkri.

Spenningur var annars undan dystinum. Gamaní hevði Neistin eina trímálsleiðslu við sær frá fyrru hálvfinaluni, men H71 hevur mangan verið sterkt á heimavølli.

Ikki hesa ferð, tó, og tí verður grannauppgerð ímillum Neistan og Kyndil í steypafinaluni.

 

Hoyvíkshøllin (Faxe-Kondi-kappingin)
H71 - Neistin, 24-33 (9-18)

Toppskjúttar, H71: Anna Elisabeth H. Weyhe 8, Elsa Egholm 7
Toppskjúttar, Neistin: Maria P. Nólsoy 9, Bjørk F. Joensen 7, Sára S. Mikkelsen 5

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037