Vivi Árnadóttir: Trý børn í finalunum

Vivi Árnadóttir: Trý børn í finalunum
Heima hjá Vivi Árnadóttir í Sandavági var serliga nógv stákan undan steypafinalunum í flogbólti. Hon átti nevniliga børn í trimum av fýra finaluliðum hjá teimum vaksnu
27.02.2024 - 10:00

Tað var rættur finalurómur heima hjá Vivi Árnadóttir í Sandavági leygardagin.

Einasti trupulleikin var at fáa pláss fyri øllum liðnøvnunum á kjálkunum hjá bæði børnum og vaksnum.

Vivi Árnadóttir átti nevniliga børn á trimum av teimum fýra finaluliðunum, sum spældu í steypakappingini í flogbólti.

Jórun Elisdóttir Wang spælir í Drátti, meðan beiggjarnir, Jóhan Arni og Jákup Árni Elison Wang, umboðaðu hvør sítt lið í mansfinaluni; Jóhan Arni Mjølnir og Jákup Árni SÍ. Júst tað, var ein stór avbjóðing fyri mammuna.

 - Teir standa hvør sínu megin netið á hvør sínum liðið. Tað ger tað serstakt, og eg veit ikki heilt, hvussu eg fari at takla tað, segði Vivi Árnadóttir.

3-2 fylgdi Vivi á finaludegnum. Sí innslagið omanfyri  

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 10. juni
Skratsj 10. juni 2026
209530
Mikudag 10. juni
Morgunlestur mikudagur 10.juni 2026
209282
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458