- Tíðindi, mentan og ítróttur
Langur vegur til yvirskot á fíggjarlógini
Tvær staðfestingar leypa í eyguni í nýggjastu búskaparfrágreiðingini, sum fylgir við játtanarkørmunum fyri 2025.
Tann fyrra:
"Fíggjarmálaráðið metir, at úrslitið hjá landskassanum var um 200 mió kr í halli í 2023"
Tað skal haldast upp ímóti samtyktu fíggjarlógini fyri 2023, sum segði at úrslitið fór at vera 144 milliónir krónur í avlopi.
Tann seinna :
"Fíggjarmálaráðið roknar við, at landskassin fer at hava hall á um 150 mió kr í 2024"
Fíggjarlógin fyri 2024, sum varð samtykt fyri jól, segði at úrslitið í ár fór at vera fýra milliónir krónur í avlopi.
Hallið í fjør og í ár verður sostatt tilsamans 350 milliónir krónur, sambært Fíggjarmálaráðnum.
Formaðurin í Búskaparráðnum óttast, at fíggjarlógin fyri 2024 fer at geva munandi størri hall, tá avtornar:
-Eg vænti, at undirskotið í ár verður umleið 400 milliónir krónur, sigur Fróði Magnussen.
Ov vánalig stýring
Nýggjastu játtanarkarmarnir, sum vórðu lagdir fram ídag, staðfesta enn einaferð, at fíggjarstýringin hevur verið alt ov vánalig í eftirhondini nógv ár.
Næsta ár økjast útreiðslurnar 5,4 prosent, meðan inntøkurnar økjast fýra prosent. Formaðurin í Búskaparráðnum eftirlýsir reformar, ið gera mun. Fróði Magnussen vísir á, at stóru rakstrarøkini á fíggjarlógini halda fram við at vaksa, uttan at politikararnir gera nakað við tað.
Ítøkiliga nevnir hann hesar tríggjar høvuðsgreinar:
§7 Barna- og útbúgvingarmál, sum í játtanarkørmunum fyri 2025 kosta 1.410 mió kr
§11 Heilsumál, sum í játtanarkørmunum fyri 2025 kosta 1731 mió kr
§12 Almanna- og mentamál, sum í játtanarkørmunum fyri 2025 kosta 2360 mió kr
-Tá munar ov lítið, at landsstýrið í játtanarkørmunum sigur seg ætla at fremja átøk fyri 35 milliónir krónur tilsamans fyri at betra úrslitið, sigur Fróði Magnussen.
Formaðurin í Búskaparráðnum eftirlýsir eitt fíggjarpolitiskt regluverk, sum noyðir politikararnar at avmarka vøksturin í útreiðslunum.