Fekk fult av smákyktum á døgurðatallerkin saman við grømentinum

Fekk fult av smákyktum á døgurðatallerkin saman við grømentinum
Ein kundi fekk meira enn tað hann rindaði fyri, tá hann keypti brokkoli í FK í Hoyvík fríggjadagin. Brokkoli var fult av smákyktum, ið fylgdu við yvir á døgurðatallerkin
Jakob Jørgensen
15.04.2024 - 23:40

Tað eigur ikki at koma fyri, at grønmeti er fult av smákyktum, eru bæði handilsmaðurin og deildarleiðarin á Heilsufrøðiligu starvsstovuni. 

Bo Møller, marknaðarleiðari í FK í Hoyvík, vísir til, at brokkoli, ið bleiv keypt fríggjadagin, kom úr Spania. 

"Har hevur verið øgiliga heitt, og tað er nokk orsøkin til, at nógv smákykt - ella lús - vóru í grønmetinum."

Malan Mikkelsen, deildarleiðari á matvørudeildini í Heilsufrøðiligu starvsstovuni, heldur ikki, at smákyktini vóru vandamikil. 

"Men í útgangsstøðinum, so skulu matvørurnar vera egnaðar til matna, og tað er hatta ikki," staðfestir Malan Mikkelsen, ið fer at kanna málið. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815