Hanus selir og keypir 16 makrelkvotur

Hanus selir og keypir 16 makrelkvotur
Óttin fyri at missa makrelkvotur fær Hanus Hansen at taka óvanliga stigið at selja allar makrelkvoturnar, sum eru útlutaðar heimaflotanum, til onnur skip í JFK-samtakinum
09.08.2024 - 19:29

Loyvini at fiska makrel, sum undanfarnu landsstýri ár eftir ár hava býtt út til at kalla allar skipabólkar, verða nú miðsavnað aftur.

Higartil í ár eru 18 makrelloyvi endaliga avhendað, í størstan mun til uppsjóvarskip.

Átta partrolarar í bólki-2 og sjey línuskip í bólki-3 hava endaliga avhendað sínar makrelkvotur. Harumframt hevur eitt rækjuskip endaliga avhendað sína makrelkvotu.

Síðsta, endaliga avhendingin av makrelkvotu í ár er frá Delta Seafood til Vesturvarða og síðani víðari til Norðborg. Henda sølan telur tí tvær ferðir í yvirlitinum hjá Vørn.

Tað er í høvuðsheitum í JFK-samtakinum, sum virkar í flest øllum skipabólkum, at endaligu avhendingarnar av makrelkvotum eru farnar fram.

Hanus Hansen, stjóri, hevur valt at endaliga avhenda - tað vil siga selja - heili 16 makrelloyvi hjá samtakinum. Talan er um átta loyvi í bólki-2, sum hoyra til trolararnar Polarhav, Stjørnan, Jaspis, Ametyst, Safir, Smaragd, Fuglberg og Skoraberg. Eisini hava línuskipini í JFK-samtakinum - Núpur, Pison, Polarstjørnan, Kvikk, Jákup B, Klakkur og Borðoyarnes - øll endaliga avhendað sínar makrelkvotur. Tað sama er makrelkvotan hjá rækjutrolaranum Arctic Viking, sum eisini er partur av JFK-samtakinum.

Allar 16 makrelkvoturnar eru endaliga avhendaðar til onnur skip í reiðarínum. Nakrar kvotur eru fluttar yvir á uppsjóvarskipini Borgaran og Norðing, aðrar yvir á trolaran Gadus, sum síðani hevur latið makrelkvoturnar víðari sum árskvotur yvir á Borgaran. Talan er um tilsamans 3321 tons av makrelkvotu.

Í Framherja-samtakinum eru makrelkvoturnar hjá línuskipunum fluttar yvir á uppsjóvarskipið Fagraberg - tó bara fyri eitt ár. Og makrelkvoturnar hjá Hvalbiar-trolarunum Steintór og Hamranes eru fluttar yvir á uppsjóvarskipið Arctic Voyager, sum P/F Jókin eigur og eisini hevur heimstað í Hvalba.

Sambært yvirlitinum hjá Vørn eru tilsamans 4058 tons av makrelkvotu endaliga avhendað, higartil í ár. Harumframt eru 4736 tons av makrelkvotu avhendað, men bara fyri eitt ár.

Samanlagt er talan um 9800 tons av makrelkvotu, sum er flutt millum skip - yvir á uppsjóvarskip - higartil í ár. Tað eru umleið 70 prosent av tí, sum fyrr í ár varð útlutað til trolarar í bólki-2, línuskip í bólki-3 og rækjuskip.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. mars
Nú er liðugt við small talk!!
205023
Mánadag 2. mars
Morgunlestur mánadagur 2.mars 2026
204715
Sunnudag 1. mars
Bolero 01 mars 2026
204993
Sunnudag 1. mars
Ættirnar syngja og suða
204992
Sunnudag 1. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
204983
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959
Sunnudag 1. mars
Andakt við Anton í Liljudali
204987
Sunnudag 1. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
204623
Sunnudag 1. mars
Estetiskur fimleikur, 2. steypakapping
204977
Leygardag 28. februar
Anna Maria 1807 - teknmálstulkað
204955