Flestu kommunur dumpa í býarplanlegging

Flestu kommunur dumpa í býarplanlegging
Fólk eru ónøgd við býarplanlegging í øllum landinum, vísa úrslitini í stóru kommunukanningini, har eingin kommuna stendur seg serliga væl
27.09.2024 - 19:24

Fólkini, sum hava svarað stóru kommunukanningini hjá Kringvarpinum, eru ikki vælnøgd við bý - og bygdarplanlegging. Í hesum spurninginum standa allar kommunur seg rættiliga illa. 

Hetta er nakað, sum vit duga alt ov illa, sigur Sámal Matras Kristiansen, sum er samfelagsfrøðingur við sergrein í býarskipan, ið ikki er bilsin av úrslitunum. 

"Er tað nakað, sum stendur veikt í Føroyum, so er tað býarplanlegging - og tað er galdandi fyri flestu kommunur í Føroyum", sigur Sámal Matras Kristiansen. 

Tær kommunurnar, sum liggja niðast í hesum spurninginum, eru Kvívikar, Sunda og Klaksvíkar kommuna. Av 100 stigum, skora tær ávíkavíst 34, 37 og 40 stig. 

Ovaliga liggja Sumbiar, Hvannasunds og Nes kommuna. Av 100 stigum, skora tær ávíkavíst 67, 64 og 61 stig. 

Sum heild er spurningurin um bý- og bygdarplanlegging tann spurningurin, har samlaða stigatalið er lægst - tað er altso her, at ònøgdin er størst. 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952