Skálagarður virkar framvegis ikki

Skálagarður virkar framvegis ikki
Viðurskiftini á Skálagarði í Klaksvík eru framvegis ikki komin upp á pláss. Síðan stríð í summar um uppsagda stjóran á stovninum, er talið av búfólkum bara minkað
15.10.2024 - 19:36

Skálagarður í Klaksvík er ein bú-, umlættingar- og endurmenningardepil í Klaksvík, sum byrjaði sítt virksemi í mars í fjør. Men hann er ongantíð komin at virka, sum hann skal.

Trupulleikar vóru at fáa starvsfólk, og ósemjur í leiðsluni á stovninum og Almannaverkinum høvdu fyrr í ár við sær, at stjórin mátti til hús.

Pláss er fyri fimtan brúkarum á stovninum, men í løtuni er bara trý eftir. Tann fjórði varð sendur heim herfyri, eftir øllum at døma av misgáum.

At røkta hesi trý fólk eru tólv starvsfólk og nakrir avloysarar.

Edvard Heen, stjóri á Almannaverkinum, segði í summar, at trupulleikarnir skuldu vera loystir í august.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Hósdag 2. juli
HM-tíðindi 2. juli 2026
210436
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360