Mamman var vís í, at Jóhanna fór at skína bjart til Melodi Grand Prix

Mamman var vís í, at Jóhanna fór at skína bjart til Melodi Grand Prix
"Eg var púra rólig," sigur Mikkalina Norðberg, mamma Sissal Jóhonnu, sum í gjárkvøldið tryggjaði seg luttøku í Eurovision-sangkappingini, tá hon vann danska Melodi Grand Prix
Mikkalina Norðberg
Mamman saman við restini av familjuni hjá Jóhonnu (Sissal) Norðberg Niclasen trúði upp á hana
02.03.2025 - 15:15

Ofta sita foreldrini á nøglum, tá børnini skulu framføra ella spæla eitthvørt, um tað er í tónleiki ella ítrótti. 

Men ikki Mikkalina Norðberg, mamma Jóhonnu, sum í gjár vann danska Melodi Grand Prix og harvið tryggjaði sær luttøku í heimsinsstørstu sangkappin, Eurovision. 

"Eg veit ikki, um eg var vís í, at hon fór at 'shina" ígjøgnum. Men salurin kókaði, og eg hevði eina kenslu av, at um hon ikki vann, so fór allur salurin at trampa, tí hon mátti vinna," greiðir mamman frá. 

Øll familjan hevur longu avgjørt, at hon fer til Basel í Sveis at stuðula Jóhonnu (Sissal), tá hon fer at luttaka í Eurovision-sangkappingini, sum verður í mai. 

Fyrra hálvfinalan verður týskvøldið 13. mai, onnur hálvfinalan hóskvøldið 15. mai, meðan sjálv finalan verður leygarkvøldið 17. mai. 

Danmark er undir trýstið, tí tað eru fimm ár síðani landið, ið hevur vunnið Eurovision tríggjar ferðir, hevur verið í finaluni. 

 

Soleiðis hevur tað gingið Danmark síðstu 10 árini:

2024: Saba – einki finalupláss (12. pláss  í hálvfinaluni)
2023: Reiley – einki finalupláss (14. ppláss  í hálvfinaluni)
2022: Reddi – einki finalupláss (13. pláss  í hálvfinaluni)
2021: Fyr og Flamme – einki finalupláss (11. pláss  í hálvfinaluni)
2020: Eurovision blev aflyst orsakað av korona
2019: Leonora – 12. plads i finalen (10. pláss  í hálvfinaluni)
2018: Rasmussen – 9. plads i finalen (4. pláss  í hálvfinaluni)
2017: Anja Nissen – 20. plads i finalen (10. pláss  í hálvfinaluni)
2016: Lighthouse X – einki finalupláss (17. pláss  í hálvfinaluni)
2015: Anti Social Media – einki finalupláss (13. pláss  í hálvfinaluni)

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328