Trýstu Eysturríki á heimavølli

Trýstu Eysturríki á heimavølli
Flogbóltsmenninir góvu Eysturríki skarpan gang í 3-1 ósigri í Silvurliguni. Liðskiparin var væl nøgdur við avrikið, men helt, at Føroyar áttu at vunnið minst eitt sett afturat
24.06.2025 - 09:00

Føroyska manslandsliðið í flogbólti gav Eysturríki skarpan gang inni í Dal á Sandi, har útiliðið vann 3-1 eftir tógvi stríð.

Føroyar skelkaðu gestirnar í fyrsta setti, tá Thorvald Danielsen avgjørdi til 29-27. 1-0 til føroyingarnar, sum kortini taptu 2. sett 25-17.

 - Vit spældu ótrúliga væl og góvu teimum dygga mótstøðu og enda við at vinna fyrsta settið, sum skelkar teir eitt sindur, segði Thorvald Danielsen, liðskipari.

 

Høvdu triðja settið í posanum

Í 3. setti rýkur heimaliðið avstað. Føroyar eru á odda 8-2, og seint í settinum hava føroyingarnir tríggjar settbóltar. Tíverri eydnast ikki at avgera; eysturríkarar hála seg framum og vinna í staðin 26-24 við seks bóltum á rað.

Útilðið vinnur eisini 4. sett nokkso sannførandi eftir góða føroyska byrjan, og tí endar dysturin 3-1. Føroyar spældu ímóti Aserbadjan fríggjakvøldið, og tann dysturin endaði eisini við 3-1 tapi.

 - Um eg skal vera eitt sindur kritiskur, so skulu vit sjálvandi vera meir avgjørdir í 3. setti, har vit føra 24-21, men geva sigurin burtur. Tað skulu vit gera eitt sindur betur næstu ferð, segði Thorvald Danielsen.

Næsta vikuskiftið verður triðja og síðsta umfar í Silvurliguni hjá monnum, og tá skulu Føroyar spæla ímóti Luksemborg og Georgia.

 - Tað eru tvey lið, sum vit eisini skulu spæla upp ímóti. Serliga Georgia skulu vit helst vinna á, sigur føroyski liðskiparin. 

(Mynd: CEV)

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. mars
Morgunlestur týsdagur 17.mars 2026
205617
Mánadag 16. mars
Valkøn mánakvøldið 16. mars
205726
Mánadag 16. mars
Norðurljóð 16.mars 2026
205382
Mánadag 16. mars
RagnarRokk: Chase Wilson um Endless
205697
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. mars
Trapputing í Tórshavn
205724
Mánadag 16. mars
Veðrið
205709