Pisurnar fara á flog

Pisurnar fara á flog
Pisurnar verða floygdar í hesum døgum, men framvegis velja nógv at lesa víðari uttanlands - vansin er at mong ongantíð koma heimaftur at búgva
26.06.2025 - 19:39

Í hesum døgum er fagnaður um alt landið, nú pisurnar verða floygdar. Hetta er samstundis tíðin, har ein stórur partur av ungdóminum umhugsar at flyta av landinum í lestrarørindum - og helvtin av teimum sum fara, koma ikki aftur, vísa tøl frá Hagstovuni. 

Ein av teimum, sum ætlar sær til Danmarkar at lesa, er 20 ára gamla Gunnvá Winther. "Eg skal ikki siga, at eg ongantíð havi umhugsað lisið í føroyum, men tað hevur bara ongantíð ordiliga ligið innanfyri teir karmarnar av tí, sum eg havi ætlað mær". 

Øðrvísi sær út hjá 20 ára gomlu Brimu Sólstein, sum ætlar sær at lesa víðari í Føroyum. "Eg kundi gott hugsað mær at lisið løgfrøði í føroyum, sigur unga pisan. Hon avsannar kortini ikki, at hon fer til Danmarkar at lesa seinni. 

Tær hava báðar ætlanir um at búgva í Føroyum, eftir lokna útbúgving, siga tær. Kortini vísa tøl frá Hagstovuni, at ein stórur partur av teimum sum fara uttanlands, ikki koma aftur. 

Í dokumentarrøðini "Kanst tú siga farvæl?" ber til at hoyra meira um júst tey tølini. Sendingarnar snúgva seg um avbjóðingarnar í sambandi við, at helvtin av teimum ungu, sum flyta av landinum til Danmarkar at lesa, ikki koma aftur.

 

Martin Tvede Zachariasen, rektari á Fróðskaparsetur Føroya, var gestur í sjónvarpsstovuni. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576