Gongur framá við føroyska rossinum

Gongur framá við føroyska rossinum
Føroyski rossastovnurin er enn hóttur, men nú er glottar. Ein verkætlan at fáa føroysk av landinum og ala víðari har, hevur givið úrslit men lykilin manglar - eitt rossapass
04.07.2025 - 19:25

Ein trupulleiki við føroyska rossinum er, at tað er so lítil eftirspurningur eftir teimum í Føroyum. Men hetta er við at broytast. Útlendingar vísa áhuga og á Dúvugørðrum í Saksun eru rossini ein partur av søguni, sum ferðafólk taka til sín. 

Men tað ber ikki til at flyta rossini av landinum, tí tað finst einki føroyskt rossapass. Tað hevði latið upp fyri útflutningi av føroyskum rossum til ein marknað, sum fegin vil hava tey - og so kundi menningin av stovninum veruliga tikið dik á seg.

Í Føroyum eru nakrar eldsálir, sum stríðast fyri føroyska stovninum. Og á Dúvugørðum í Saksun virðismesta tey rossið, sum kann vera við til at siga søguna um føroyskan landbúnað og Dúvugarðar.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. mars
Morgunlestur fríggjadagur 27.mars 2026
205924
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194