Semingin endaði úrslitaleys

Semingin endaði úrslitaleys
Semingin millum Reiðarafelagið og tey trý manningarfeløgini endaði úrslitaleyst
Terje Sigurðsson og Fróði Sivertsen eru semingsmenn.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
30.04.2026 - 20:02

Semingsstovnurin hevur sitið saman við Reiðarafelagnum og teimum trimum manningarfeløgunum, Skipara- og Navigatørfelagnum, Maskinmeistarafelagnum og Fiskimannafelagnum, og roynt at fingið semju. Fyri lítlari løtu síðani gjørdist greitt, at semingin endaði úrslitaleys.

 

Semingsuppskot

Terje Sigurðsson, semingsmaður, legði fram eitt semingsuppskot fyri Reiðarafelagið og Fiskimannafelagið, men báðir partarnir vrakaðu uppskotið.

- Vit løgdu ikki fram nakað semingsuppskot fyri hinar partarnar, tí partarnir vóru so langt frá hvørjum øðrum, sigur Terje Sigurðsson.

Skipara- og navigatørfelagið og Reiðarafelagið endaðu samráðingarnar uttan nakra loysn.

Maskinmeistarafelagið og Reiðarafelagið samdust um at leingja sáttmálan í 14 dagar fyri at kanna ymisk viðurskifti.


Semingsstovnurin ger ikki meira

- Partarnir kunnu seta seg í samband við okkum aftur, tá ið teir hava nakað nýtt at koma við. Vit gera ikki nakað fyribils, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður.


Sáttmáli úr gildi

Annfinnur Garðalíð, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum, sigur í stuttari viðmerking í kvøld, at sáttmálin fer úr gildi á midnátt í annaðkvøld, og at ongin avtala er gjørd við mótpartin um nakað sum helst.

- Partarnir eru farnir hvør til sítt, og vit fara nú at hugsa støðuna væl og virðiliga ígjøgnum, áðrenn vit taka nøkur stig, sigur hann.

 

Lurta eftir samrøðu við Terja Sigurðsson, semingsmann.

1810241

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328