Fleyr vardi oddasessin við greiðum sigri á TB

Fleyr vardi oddasessin við greiðum sigri á TB
Við tryggum 3-0 sigri á TB í Havn vardi Fleyr sítt fyrsta pláss í bestu flogbóltsdeildini við kvinnum. Havnarliðið ætlar sær greipuna, hóast helvtin av liðnum er skift út
13.10.2025 - 18:46

Høllin á Hálsi (Hotel Djurhuus-deildin)

Fleyr - TB, 3-0 (25-14, 25-20, 25-18)

Fleyr vardi oddasessin í bestu flogbóltsdeildini við kvinnum við tryggum 3-0 sigri í oddadystinum ímóti TB.

Havnarliðið, sum ætlar sær greipuna í ár, hóast helmingurin av liðnum er útskiftur í mun til í fjør, kom betur frá byrjan og vann heili 25-14 í fyrsta setti. Servurnar riggaði sera væl hjá Fleyr, helt Kristina Østerø Knudsen.

Tb var betur við í 2. setti, men eftir at hava verið frammanfyri 10-9, mátti útiliðið síggja Fleyr yvirhála og vinna 25-20. Í 3. setti var ongin bøn. Fleyr var frammanfyri mestsum frá byrjan, og vann 25-18.

Hóast TB mátti suður aftur uttan sett, ætla tær sær at kappast um topp-plássini í deildini, sigur Ranja Magnussen. Nýggjur ukrainskur venjari er komin til landið, og hann fer beint í gongd við at venja TB-kvinnurnar.

Fleyr er fremst við 9 stigum frammanfyri SÍ, sum smurdi Drátt av hetta vikuskiftið. TB datt aftur á 3. plássi.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167